Tólv nøvn til Pavillon Junior

Roskilde Festivalurin hevur bjóðað Beta Satan, Jong Pang og Slagsmålsklubben at hita upp til ársins tónleikafestival.

 

 

 

Ársins Roskilde Festivalur er sum kunnugt í døgunum 3.-6. juli, men tað eru nógv ár síðani, at fólk bíðaðu við at koma, til festivalurin skuldi byrja.

 

Í fleiri ár er fólk møtt upp dagarnir ella vikurnar áðrenn, festivalurin er farin av bakkastokki. Og fyri at hesi fólk ikki skulu keða seg, hava fyriskipararnir gjørt av at gjørt ein pall afturat, Pavilion Junior-pallin, sum í fýra dagar bjóðar nýggjan tónleik, áðrenn høvuðsnøvnini koma til Roskilde.

 

Í ár eru bæði donsk, svensk og norsk nøvn á skránni, ið í ár kemur at innihalda fleiri enn 20 bólkar. Fyrstu 12 eru klárir, og restin vera almannakunngjørdir mikudagin 16. apríl, tá Roskilde kunngerð alla skránna.

 

Tey tólv nøvnini, ið skulu framføra á Pavilion Junior eru:

 

Beta Satan

Casiokids (N)

Frednukes

Jong Pang

Lucy Love

Press Play On Tape

Riffelsyndikatet

The River Phoenix

Rumble In Rhodos (N)

Rumskib

Slagsmålsklubben (S)

When Saints Go Machine

 

Bólkarnir fara at framføra 29. juni til 2. juli.