Mikukvøldið í síðstu viku vóru tólv fótbóltsvenjarar, sum koma úr feløgum kring alt landið, lidnir við B-venjaraútbúgvingina hjá FSF. Seinasti parturin av útbúgvingini verður nevndur Slóðarin, venjararnir fóru undir henda partin av útbúgvingini í mars í ár.
Talan er um útbúgving, sum bæði hevur verið verklig og ástøðilig ella teoretisk. Venjararnir hava staðið fyri venjingum, og teir hava eygleitt, hvussu hinir, sum teir hava útbúgvið seg saman við, hava lagt til rættis. Teir hava arbeitt við skrivligum uppgávum, teir hava kjakast um venjing og fótbólt, og teir hava fingið frálæru frá instruktørum. Ábyrgdarpersónar fyri venjaraskeiðnum hava verið Hans Mourits Foldbo og Petur Simonsen.
Tað er Fótbóltssambandið, sum stendur fyri og hevur ábyrgdina av føroysku venjaraútbúgvingini, sum verður hildin sambært UEFA ásetingum og krøvum. Tað ber við sær, at venjarar, sum hava nomið sær útbúgving í Føroyum, eisini eru kvalifiseraðir at vera venjarar aðra staðni enn í Føroyum.
FSF bjóðar nýklæktu slóðarunum at halda fram at útbúgva seg. Í september er møguleiki hjá teimum at fara til próvtøku, sum gevur teimum venjarabræv ella license á UEFA B støði. Tá ið venjararnir hava staðið hesa próvtøkuna, kunnu teir fara undir A venjaraútbúgvingina. Í heyst fer FSF fyri fyrstu ferð undir A-venjaraútbúgvingina.
Í UEFA høpi verða venjaraútbúgvingarnar raðfestar høgt, og harvið verður eisini kravt, at limalondini í UEFA raðfesta útbúgvingarnar. Krøvini gerast alt strangari, og nú er greitt, at teir, sum frá og við 2010 skulu vera venjarar í 1. deild í Føroyum, skulu hava lokið A-venjaraútbúgvingina.