Tólv milliónir til eina fótbóltshøll

FSF nevndin hevur gjørt av, at allir UEFA HatTrick pengarnir skulu nýtast at byggja eina fótbóltshøll fyri. Høllin skal kunna nýtast at spæla altjóða dystir í. Eisini er møguleiki at søkja um stuðul til smáar graslíkisvallir

Tólv milliónir krónur liggja og bíða eftir at verða brúktar at byggja eina fótbóltshøll í Føroyum fyri. Høllin skal vera í fullari stødd. Vøllurin skal vera av tí, sum í UEFA og FSF máli verður kallað triðja ættarliðið av graslíki, og FSF hevur eitt brennandi ynski um, at tað skal bera til at spæla altjóða dystir í høllini.
Hesa ætlanina hevur FSF nevndin samtykt. Tað varð sagt í formansfrágreiðingini, sum Dánial Andreasen, FSF formaður, bar fram á aðalfundinum leygardagin.
Hesar tólv milliónirnar eru pengar, sum UEFA hevur sett av til FSF at brúka í sambandi við tað, sum í UEFA máli verður kallað UEFA HatTrick verkætlanir.
Í Íslandi eru fleiri fótbóltshallir í fullari stødd, og tað eru fleiri í hinum grannalondunum. Eitt nú spældu Føroyar landsdyst fyri fýra árum síðani ímóti Svøríki í sovornari høll í Växjö (úrslitið var 0?0).
Nevndin í FSF hevur gjørt av, at tólv milliónir frá UEFA skulu brúkast til eina og somu høllina av sovornum slagi. Tað er ikki greitt, hvar høllin skal byggjast. FSF heitir í ársfrágreiðingini á limafeløgini um at lata umsóknir inn frammanundan 1. juli í 2004. FSF biður um, at umsóknir um stuðul skulu innihalda fleiri ávísar upplýsingar.
Verkætlanin skal vera undirbygd ítróttarliga og fíggjarliga. Skitsuprojekt skal leggjast við. Vísast skal á grundøki ? vídd, ábygging, bilstøðlapláss og ognarviðurskifti.
Setast skal upp hvussu fíggingin væntast at verða skrúvað saman. Her verður eitt nú hugsað um møguligar stuðulsjáttanir, sponsorar og møguliga lántøku. Saman við umsóknini skal eisini leggjast tíðarætlan frá 1. juli 2004 og mánað fyri mánað inntil ætlanin væntast at verða vorðin veruleiki.
Upplýsast skal eisini um ánaraviðurskiftini. Sum dømi verður nevnt ein ávísur eigari ella kanska ein Sjálvsognarstovnur saman við FSF.
Eisini biður FSF um, at gjaldførisætlan fyri hvønn mánað tvey tey fyrstu árini, sum høllin verður í nýtslu, verður sett upp. Og so skal fíggjarætlan fyri fýra tey fyrstu árini, sum høllin verður í nýtslu, eisini leggjast við.

4,8 milliónir til smáar vallir
UEFA hevur eisini gjørt av at veita peningaligan stuðul til bygging av smáum vallum. Tað vil siga vallum, sum ikki eru so stórir sum vallirnir, ið verða nýttir til kappingar.
FSF hevur sambært ársfrágreiðingini gjørt av at fylgja forskriftunum hjá UEFA. Talan er um vallir, sum í vídd eru umleið 21 ferðir 13 metrar. Kanska kann talan vera um norska slagið, sum er eitt sindur størri, og sum hevur frá einum og til hálvan annan metra høgan banda.
FSF arbeiðir við at gera nærri ásetingar og reglur hesum viðvíkjandi. Hesar verða sendar feløgunum, og tað verður møguleiki hjá feløgum og kommunum at søkja um at vera við í verkætlanini.