Tólv mál til Katrin á Neystabø

Hondbóltur: Neistin vant burtur úr VB í Vági sunnudagin

Neistin vann stórsigur á VB í Vági sunnudagin. 30-17 varð úrslitið, og av teimum 30 málunum hjá Neistanum skeyt unga og evnaríka Katrin á Neystabø heili 12.

Hjá VB bleiv Sólrun Krosslá besti málskjútti við sjey málum.

Neistin setti seg á dystin longu frá byrjan, og tá fyrri hálvleikur var komin í helvt, var støðan longu 10-4 til havnarliðið.

Skriftin stóð á vegginum longu tá, og eftir hálvleiksstøðuna 14-7 bleiv seinni hálvleikur bert ein spurningur um, hvussu stórur Neistasigurin fór at verða.

Seinna umfarið var gongdin leingi nøkulunda tann, at fyri hvørt mál, VB fekk, fekk Neistin trý, og eitt veruligt sorl lá í luftini. Men móti endanum av dystinum fekk heimaliðið tikið nøkur mál innaftur, so endaliga úrslitið gjørdist 30-17.

Neistin hevði brúk fyri stigunum og kom upp á 11 á stigatalvuni. Tað eru trý færri enn oddaliðið Kyndil, men munurin kann minka enn meira, tá hesi liðini spæla í annaðkvøld.

VB verður standandi á trimum stigum, bert eitt meir enn GÍ/Tjaldur, og tað verða ivaleyst innanhýsis dystirnir millum tey bæði botnliðini, sum verður avgerandi fyri, hvør endar niðast. Hesir dystirnir verða ávikavist 31. januar í Vági og 13. mars í Runavík.