Politikararnir eru í føroyskum klæðum, tá ið teir fyrrapartin savnast fyri at fara í kirkju, ganga í skrúðgongu og at halda fyrsta tingfundin politiska nýggjársdagin.
Tað var Finnbogi Ísakson, sáli, sum heitti á tingmenn um at vera í føroyskum klæðum ólavsøkudag.
Finnbogi var løgtingsformaður, tá ið tað varð nógv tosað og keglast um skrúðgonguna á ólavsøku. Hann høgdi gordiska knútin við at gera av, at skrúðgongan skuldi vera í trimum røðum. Harvið var trupullleikin loystur, um tað skuldi vera løgtingsformaðurin, løgmaður og ella bispur, sum gingu fremstir. Teir vórðu allir fremstir:
Í miðjuni løgtingsformaðurin og aftanfyri hann tingmenn. Høgru megin løgtingsformannin gjørdi Finnbogi av, at løgmaður skuldi ganga við landsstýrismonnum og embætismonnum aftari í røðini, og vinstru megin løgtingsformannin skuldi bispur ganga og aftanfyri hann dómpróstur og tann presturin, sum skal prædika á ólavsøku og so hinir prestarnir.
Soleiðis skuldi tað vera oman í kirkjuna, og niðan aftur skuldi løgmaður vera vinstru megin løgtingsformannin
-So leingi, sum eg verði formaður í tinginum, verður skrúðgongan skipað soleiðis, segði Finnbogi Ísakson í samrøðu við Sosialin 22. juli 1998, og soleiðis hevur skrúðgongan verið mannað síðani.
Skrivið, sum tingformaðurin undan ólavsøku sendi tingmonnum, er tað sama, sum tað hevur verið nógvu tey undanfarnu árini. Har verður greitt frá, hvussu skrúðgongan verður skipað, og har verður sagt, at røðin er eftir árinum, tá ið tingmaðurin fyrstu ferð varð valdur, starvstíðin hjá tingmanni og so aldri á tingmanni. Soleiðis er tað eisini hjá prestunum og landsstýrismonnunum.
Í skrivinum frá løgtingsformanninum og til tingmenn verður lagt aftrat, at vísandi til álit um skrúðgonguna á ólavsøku verða tingmenn og onnur biðin um at vera hampiliga ílatin. Tey, sum hava møguleika til tess, verða biðin um at vera í føroyskum búna.
Á løgtingsvalinum fyrsta september í fjør vórðu fleiri nýggj vald. Eftir at samgongan var skipað, tóku fleiri varafólk sæti á tingi.
Í dag fara hesi at ganga í skrúðgongu úr tinginum og oman í dómkirkjuna og eftir guðstænastuna niðan aftur á tinghúsvøllin, har tey saman við ólavsøkugestunum fara at lurta eftir ólavsøkukórinum, sum undir leiðslu av Ólavi Jøkladal fer at syngja.
Nýggju tingfólkini eru Sonja Jógvansdóttir, Bjarni Hammer, Jónleif Johannesen, Djóni Nolsøe Joensen, Katrin Kallsberg, Óluva Klettskarð, Pauli Trond Petersen, Magnus Rasmussen, Hanna Jensen, Ruth Vang, Bárður Kass Nielsen og Ingolf S. Olsen.