Tólv forvitnisligar kvinnur sýna fram

Nakrar av okkara fremstu handverka- og listakvinnum hava savnað seg um at skapa eina forvitnisliga framsýning, sum lat upp í gjár


Á mentanarnáttini, sum var í gjár, lat ein framsýning upp í høllini hjá Østrøm á Skálatrøð. Framsýningin eitur 12 Karmar og fevnir um tólv listaverk hjá tólv ymiskum listakvinnum. Listakvinnurnar hava allar fingið hvør sína rammu, sum er 140cm x 120cm x 20cm, og við tí rammuni hava tær fingið til uppgávu at skapa eitt listaverk í part. 

 


“Tað sigst at tað besta fyri kreativitetin er at hava fastar rammur, og tí valdu vit, at vit vildu brúka rammur til hesa framsýning”, sigur Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen, sum hevur ábyrgdina av framsýningini og sjálv sýnir fram undir navninum Shisa Brand. Hon sigur eisini, at tankin aftanfyri framsýningin er størri enn bara at stimbra kreativitetin.

 

“Í veruleikanum eru vit jú kappingarneytir hjá hvørja aðrari, men við hesari framsýning samstarva vit. Og tað vísir seg, at tá vit læra hvørja aðra at kenna og kenna styrkirnar hjá hvørja aðrari, so gerast vit ambassadørar fyri hvørja aðra”, sigur Karen Sissal Kjartansdóttir Kristiansen og nevnir, at hon fyri stuttum var í Skottlandi, har hon tilvildarliga hitti eina kvinnu, ið kendi til føroyska merkið Fossaa, sum eisini er við í framsýningini.

 

 
Á mentanarnáttini í fjør var ein líknandi framsýning, og tá vóru tað somu kvinnurnar, ið sýndu fram. Tá fingu listakvinnurnar til uppgávu at skapa hvør sína sofu.

 

Framsýningin, sum opnaði í gjár, er opin tvær vikur fram og heldur altso til í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð.

 

Tær, sum sýna fram, eru:

 


- Elin Lindenskov

- Erla Matras Jensen

- Malan Fosaa

- Heimá Toymið

- Mikkalina Norðberg

- Heimkaer

- Jóhanna av Steinum

- Shisa Brand

- Turið Nolsøe Mohr

- Poulina Jóanesardóttir

- Randi Samsonsen

- No 10 Keramikkstudio