Tólv fólk deyð av træspritti

Í Kekkia eru 12 fólk deyð, og 21 liggja á sjúkrahúsi eftir at hava drukkið træspritt. Tað sigur kekkiska løgreglan.

Sambært løgregluni er tað staðfest við vissu, at tey 12 eru deyð eftir at hava drukkið træspritt, og nú skal líkskoðan staðfesta, um trý onnur møguliga eru deyð av somu orsøk.

Kekkiska løgreglan sigur seg samstundis hava varhugan av, at nógv fleiri fólk hava drukkið træspritt, enn tey, sum myndugleikarnir vita um. Sagt verður, at hetta er tað ringasta málið úr rúsdrekkaeitran har í landinum í 30 ár.

Myndugleikarnir hava ákært ein 36 ára gamlan mann í sambandi við eitranina, og løgreglan hevur sent fólk á vertshús og onnur støð at vita, um tey selja træspritt.