Sambært fíggjarkørmunum, ið vórðu lagdir fram í dymbildagavikuni, verður yvirskot á fíggjarlógini í 2016. Heilt neyvt verður yvirskotið tríggjar milliónir krónur í 2016, og harvið er yvirskipaða málið hjá landsstýrinum intakt.
- Landsstýrið vil spara fyri at fáa hallið burtur, og samstundis økja um virksemið fyri at halda samfelagshjólunum ígongd. Tað er ein balansugongd, ið krevur neyva stýring, staðfestir Sverri Hansen, formaður í Búskaparráðnum.
Balansugongdin millum trýstið á útreiðslubremsuna og speedaran hjá føroyska samfelagnum er langsigtaða avbjóðingin, ið kemur afturat aktuellu avbjóðingini at fáa komandi fíggjarlóg at passa niður í trongu karmarnar, ið landsstýrið hevur lagt fram.
- Tað verður ein avbjóðing at fáa komandi fíggjarlóg at hanga saman innan fyri karmarnar, men stóra avbjóðingin er at røkka yvirskipaða málinum um yvirskot í 2016, sigur Sverri Hansen.
Fíggjarkarmarnir eru yvirskipaða stýringsamboðið fyri fíggjarpolitikkin næstu árini. Tað vil siga, at tølini kunnu justerast, tó innan fyri karmarnar. Men formaðurin í Búskaparráðnum hevur fest seg við, at tey bæði árini aftaná 2014 reisa spurningar.
- Eg kann bara staðfesta út frá fíggjarkørmunum, at í 2015 og 2016 ætlar landsstýrið øðrumegin at lækka íløgurnar og hinumegin væntar man, at inntøkurnar vaksa. Eg sigi ikki, at hetta ikki ber til, men tað er so ein avbjóðing at fáa bæði tingini at ganga upp í eina hægri eind, sigur Sverri Hansen.
Formaðurin í Búskaparráðnum vísir á, at sambært landsstýrinum fara inntøkurnar úr 4,5 milliardum krónum í 2014 upp í góðar 4,7 milliardir í 2016. Harafturat koma framskrivingar. Sama tíðarskeið minka íløgurnar úr 323 milliónum niður í 253 milliónir.
- Hetta verður ein avbjóðing at fáa at ganga upp. Tølini liggja jú til grund fyri at røkka yvirskipaða málinum hjá landsstýrinum um yvirskot í 2016, og tí má tað takast fyri fult. Men tað er ein góður spurningur, hvat landsstýrið byggir sínar metingar á, sigur Sverri Hansen.
Tilfeingisgjaldið
Sambært fíggjarkørmunum skulu fiskivinnan og alivinnan rinda 145 milliónir krónur í tilfeingisgjaldi um árið, næstu árini.
- Ja, politiska skipanini hevur tosað um tilfeingisgjøld í nøkur ár eftirhondini, og ymiskar royndir eru higartil gjørdar, uttan at nakar leistur er funnin. Búskaparráðið mælir yvirskipað til at skatta óvanligar inntøkur, og so er tað upp til politikararnar at finna ein leist, ið samstundis tryggjar vinnuni tryggar karmar, sigur Sverri Hansen.
Tryggu karmarnir eru enn ikki komnir uppá pláss, og sambært búskaparfrágreiðingini, ið liggur til grund fyri fíggjarkarmnar, kann eisini roknast við at 2014 verður royndarár í somáta.
- Stóri spurningurin er væl, hvussu man politiskt klárar at handfara stóru nøgdirnar av uppsjóvarfiski, ið Føroyar hava ásett sær sjálvum. Tað er væl har, at man skal tjena stóru pengarnar næstu árini, staðfestir Sverri Hansen turt.
Útreiðslusteðgur
Sambært fíggjarkørmunum skal tað ikki gerast dýrari at reka føroyska samfelagið næstu árini. Boðskapurin úr Fíggjarmálaráðnum um almennan útreiðslusteðg kann tó hava eina neiliga ávirkan, metir Sverri Hansen.
- Ein slíkur leistur kann, alt annað líka, hava við sær at virksemið í samfelagnum minkar. Tað fær eina dempandi effekt á búskapin, ljóðar vurderingin frá Sverra Hansen.
Á hinum bógnum koma so íløgurnar.
- Har ætlar landsstýrið at seta ferð á við at økja um íløgurnar næsta ár. Men so minka íløgurnar sum longu nevnt aftur, og avleiðingarnar av tí kunnu vit bara meta um, sigur Sverri Hansen.
Búskaparráðið hevur ikki viðgjørt fíggjarkarmarnar hjá landsstýrinum fyri 2014-2018. Tí standa viðmerkingarnar hjá Sverra Hansen fyri hansara egnu rokning.
- Og tí vil eg heldur ikki úttala meg nærri um, hvørja støðu Búskaparráðið hevur til leistin, ið landsstýrið hevur lagt fyri fíggjarpolitikkin næstu árini. Ráðið hevur snøgt sagt ikki viðgjørt karmarnar, sigur Sverri Hansen.










