Tølini tala hjá Norðoyar Sparikassa

Netto rentuinntøkurnar øktust úr 44,9 mió.kr. til 49,2 mió.kr. Vøksturin stavar frá, at sparikassin hevur havt betri gjaldføri, og hevur økt um lánsbrævagoymsluna.

Kostnaðarinntøkurnar eru øktar eitt lítið vet í 2001. Tað tykist sum alsamt fleiri velja at gjalda afturvendandi gjøld sum fasta flyting, ið samstundis er ókeypis og tessvegna økjast hesar inntøkur bert smávegis.

Netto rentu- og kostnaðarinntøkurnar eru sostatt 51,6 mió.kr. í 2001 móti 46,8 mió.kr. í 2000, ein vøkstur uppá 4,8 mió.kr. svarandi til 10,1 %.

Sparikassin hevði aftur í 2001 ein vinning av virðisjavnan av lánsbrøvum og gjaldoyra, og var hesin 2,3 mió.kr., ið er eitt vet meiri enn í 2000, tá hann var 1,9 mió.kr. Skakandi hendingin í USA 11. september hevði við sær, at tjóðbankar kring allan heimin lækkaðu renturnar í heyst, og gav hetta ein kursvinning av lánsbrøvum.

Í 2001 hevði sparikassin ætlanir um at gera íløgur í partabrøv, men valdi at bíða. Hetta var heppið, tá partabrævamarknaðurin í fjør fall munandi í virði. Sparikassin hevur enn ikki avgjørt, nær hann skal gera íløgur í partabrøv.


Útreiðslur til starvsfólk, umsiting og aðrar vanligar útreiðslur øktust við 1,8 mió.kr. úr 23,5 í 2000 upp í 25,3 mió.kr. í 2001, sum svarar til ein vøkstur upp á 7,6%. Vøksturin stavar frá, at sparikassin hevði fleiri serlig átøk, harav hitt størsta var nýggja Silvakontoin til børn.


Netto avskrivingar og burturleggingar av útlánum vóru 4,2 mió.kr. í 2001 móti 5,6 mió.kr. í 2000. Sparikassin merkir, at tíðirnar í dag eru góðar, og at mong hava tað meiri rúmsátt fíggjarliga.


Gjaldførið hjá Norðoya Sparikassa er sera gott. Við árslok var gjaldførið 330 mió.kr. móti 289 mió.kr. í 2000. Hetta er 127% av stuttfreistaðu skyldum sparikassans - lógin krevur 15%. Av samlaðu skyldum sparikassans er hetta 38%. Lógin krevur her 10%. Solvensur sparikassans er framvegis góður, 32,5% móti 31% í bæði 2000 og 1999. Her krevur lógin 8%.


Á aðalfundinum fríggjakvøldið, stóðu tveir nevndarlimir fyri vali. Hesir vóru Óli Marner Christiansen og Finn Kjølbro, ið báðir vóru afturvaldir.
Nevndin skipaði seg eftir fundin við Óla Marneri Christiansen sum formanni og Finni Kjølbro sum næstformanni. Hinir nevndarlimirnir eru Jógvan Joensen, Álvur Klakk, Páll Klettskarð, Erling Petersen, Kristian Martin Eliasen, Elmar Poulsen og Sigrun Skálagarð