Tølini tala fyri tapi

Hagtølini eru ikki við føroyska fótbóltslandsliðnum, tá ið tað klokkan tvey seinnapartin fer at takast við Ísland í Kórinn høllini í Kópavági.

Níggju altjóða skrásettir landsdystir eru spældir ímóti Íslandi, sum hvørja ferð hevur staðið sum sigursharri. Samlaði málmunurin er 6-19.

Dysturin í dag verður tann 125. í røðini, síðani Føroyar í 1988 vunnu limaskap í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA. Fyrsti dysturin var í Akranesi 24. august 1988, tá ið Ísland vann 1-0.

 

Dystirnir higartil:

24.08.1988: Ísland-Føroyar 1-0 (1-0) Vinardystur á Akranesi.

08.08.1990: Føroyar-Ísland 2-3 (1-1) Vinardystur í Gundadali: Torkil Nielsen, Jan C Dam (br)

02.07.1995: Ísland-Føroyar 2-0 (1-0) Vinardystur í Neskaupstaði

27.07.1997: Ísland-Føroyar 1-0 (0-0) Vinardystur í Høfn

18.08.1999: Føroyar-Ísland 0-1 (0-1) Vinardystur á Tórsvølli

04.02.2000: Føroyar-Ísland 2-3 (2-1) NM í La Manga: Kurt Mørkøre, Todi Jónsson

07.06.2003: Ísland-Føroyar 2-1 (0-0) EM í Reykjavík: Rógvi Jacobsen

20.08.2003: Føroyar-Ísland 1-2 (0-1) EM á Tórsvølli: Rógvi Jacobsen

16.03.2008: Ísland-Føroyar 3-0 (1-0) Vinardystur í Kópavági

 

Tey seks føroysku málini eru skorað av Rógva Jacobsen (2), Torkil Nielsen, Jan C. Dam, Kurt Mørkøre og Toda Jónsson.

Sjónvarpið hjá Kringvarpinum fer at senda frá landsdystinum í Kórinn høllini í Kópavági. Sent verður frá klokkan 13.50.