Tá línuskip rokaðust á Føroyabanka

Tað var tann tíð - á heysti í 2003 - tá línuskipið Pison fekk 647.000 pund á Føroyabanka á fýra stuttum túrum.

Tíðliga í august og fram til hin 24. september í 2003 gjørdi línuskipið, Pison í Klaksvík, fýra roktúrar á Føroyabanka.

 

Samlaða veiðinøgdin hesar túrar var 647.000 pund, sum vórðu seld fyri umleið 5,6 miljónir krónur, og hetta gav manningini á línuskipinum ein manningarpart, sum lá um 170.000 krónur.

 

Hesar fýra túrarnar fiskaði Pison í tilsamans 32 dagar. Miðalveiðan fyri hvønn dag lá soleiðis oman fyri 20.000 pund. Eini 80 prosent av veiðini hjá línuskipinum var toskur, og av hesum vóru eini 95 prosent toskur 1 og toskur 2.

 

Tann fyrsta av hesum fýra fylgjandi túrum hevði Pison 136.000 pund, tann næsta 192.000, triðja 193.000 og tann fjórða 126.000 pund. Tá veiðan var best, fingu teir 192.000 pund í sjey fiskidagar, sum gav heili 27.000 pund um dagin.

 

Eftir hesar fylgjandi túrar, átti Pison í 2003 framvegis góðar 20 dagar eftir á Føroyabanka.

 

Henda frásøgn vísir, hvussu nógv er broytt á Føroyabanka, har eingin línuveiða hevur verið í fleiri ár. Hetta vísir eisini, hvønn týdning náttúruviðurskifti hava - og at friðing øll hesi ár at síggja til ongan mun hevur gjørt.