Tí lækkaði toskaprísurin

Nógv hevur verið frammi um, hví toskaprísurin er lækkaður so nógv. Høvuðsorsøkin er søgd at vera, at saltfiskamarknaðurin, sum annars hevur verið rættiliga góður, er vorðin trekari, og harvið eru goymslurnar, sum virkini liggja inni við, vorðnar størri.

FISKIVINNA

Hartvig Joensen, virkisleiðari á Fiskavirkinum í Gøtu, sigur, at saltfiskamarknaðurin hevur havt ein týðandi lut í, at toskaprísurin er lækkaður so nógv.
? Men tað hoyrir eisini við til hesa søguna, at so nógvur fiskur er komin uppá land í vár. Er útboðið óvanliga stórt, og útlendski marknaðurin trekur, lækkar prísurin. Tað er serliga hetta, sum er hent í vár, sigur hann.

Hartvig vísur á, at tá ið so nógvar orsøkir peika sama veg, gongur tað út yvir prísin á ráfiski - og í hesum førinum útyvir prísin á toski.

Hildu aftur við toskinum
? Longu í fjør heyst sóu vit, hvønn veg tað bar. Sølan av saltaðum toski gjørdist trekari, og í november og desember hildu vit okkum aftur í at keypa tosk. Tískil vóru okkara goymslur ikki so stórar fyrst í hesum árinum, tá ið aðrir gramdu seg um stórar goymslur av saltaðum toski.

Hartvig heldur, at vit skulu leita eftir orsøkini til treka marknaðin í Spaniu, sum keypir tær stóru nøgdirnar av saltaðum toski.
? Føroyski saltfiskurin er betri umtóktur í Spaniu enn eitt nú tann íslendski og norski, og vit hava fingið væl betri prís enn grannarnir. Tað meti eg, at vit framvegis fáa. Hví spaniumenn ikki vilja geva tað sama fyri fiskin í dag, sum teir hava gjørt, kann standast av, at teir nú keypa meira av íslendskum og norskum toski, sum er bíligari. Hetta kann eisini hava nakað við innanhýsisviðurskiftini í Spaniu at gera.

Virkisleiðarin vísir á, at sølan av saltaðaðari brosmu, longu og partvís upsa hevur ikki í sama mun verið rakt av prísfalli eins og sølan av toski.
? Vit mugu eisini hava í huganum, at prísurin á saltaðum toski veruliga hevur rakt prísloftið, og tá er vandi fyri eini lækking, sum vit nú hava upplivað, sigur hann.

Gongur kortini
Hartvig sigur, at nú tað er farið av báðum endum ? ráfiskaprísurin er lækkaður, tí marknaðarprísurin er lækkaður - ber saktans til at liva við hesum, til støðan á marknaðinum vónandi aftur broytist til tað betra.
? Rávøruprísurin og marknaðarprísurin eru nú fyribils á einum lægri støði, sigur hann.
Á Fiskavirkinum í Gøtu arbeiða 80 fólk. Vanligi arbeiðsdagurin er 8 tímar, men ikki so sjáldan verður arbeitt einar tveir tímar longri. Tá ið mest er at gera, verður ein pakkivakt skipað við umleið sjey fólkum, og tá arbeiða hesi fólkini vanliga til midnátt.

Í Gøtu salta tey tosk, brosmu, longu og nakað av upsa.