Tøl ið tala

   

Kommunuskatturin er settur í gásareygir tí hann
er bert roknaður av upphæddini omanfyri 21.000!

FISKIMAÐUR
A-inntøka190.000 kr.
Skattastøðið (-15%) Æ 161.500
Landsskattur 26.275
Kommunuskattur, "23%" 32.315
Kirkjuskattur, 0,3% 485
ALS vm., 2% 3.230
Eftir Æ 127.695
Í talvuni omanfyri verður tann samanlagdi skatturin 62.305. Tað er 32,8% av brutto.
Við kommunuskatti "20%"%, er skatturin 4.215 minni = 58.090 ella 30,6% av brutto.
Við kommunuskatti "16%"%, er skatturin 9.835 minni = 52.470 ella 27,6% av brutto.

LØNTAKARI
A-Inntøka Æ 190.000
Landsskattur 36.820
Kommunuskattur, "23"% 38.870
Kirkjuskattur, 0,3% 570
ALS vm., 2% 3.800
Eftir Æ 109.940
Í hesari talvuni verður tann samanlagdi skatturin 80.060, ið gevur 42,1% av brutto.
Við kommunuskatti "20"% er skatturin 5.070 minni = 74.990 ella 39,5% av brutto.
Við kommunuskatti "16"% er skatturin 11.830 minni = 68.230 ella 35,9% av brutto.

VINNUREKANDI
B-Inntøka Æ 190.000
Landsskattur 36.820
Kommunuskattur, "23"% 38.870
Kirkjuskattur, 0,3% 570
ALS vm., 2% 3.800
Lønhæddaravgjald, 2_% 4.750
Eftir Æ 105.190
Í hesari talvuni verður tann samanlagdi skatturin 84.810. Tað er 44,7% av brutto.
Við kommunuskatti "20"% er skatturin 5.070 minni = 79.740 ella 42,0% av brutto.
Við kommunuskatti "16"% er skatturin 11.830 minni = 72.980 ella 38,4% av brutto

Vil/Kann fíggjarmálaráðharrin grundgeva fyri lønhæddaravgjaldinum á prenti í dagspressuni? Mær tykir hettað skattaavgjald mest sum avhøvdingarpolitikkur av privatum smá-fyritøkum!

Mín áheitan til løgtingsmenn er:
Strikið lønhæddaravgjaldið!
Takið toppin av órættinum!

Vónandi er annar meginboðskapurin í lesarabrævið mínum herfyri nú betur pædagogiseraður! Eg takið sjálvandi fyrivarni fyri roknifeilum. Kanska vendi eg aftur um hin meginboðskapin: at hugleiða/útgreina um bruttoskatt sum periferiskatt í fiskivinnuni á landi (selektiv byrjan).