Nú verður arbeitt fyri, at eisini sjúklingar í Føroyum skulu kunna lata gøgn. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum.
Helena Dam á Neystabø, løgtingskvinna, hevur spurt hana, hvussu tað ber til, at føroyingar ikki kunnu lata gøgn. Tað heldur hon, at føroyingar eiga at kunna, tí føroyskir sjúklingar fáa hvørt einasta ár gøgn frá sjúklingum í øðrum londum. Tí heldur hon, at vit eiga ikki bara at taka ímóti gøgnum, men eisini at lata gøgn.
Hon heldur eisini, at skipanin, vit seta í verk á hesum øki, má vera so smidlig, at tað má ikki verða ein fyritøka hjá fólki at lata gøgn og tí heldur hon, at vit eiga at taka orðaskiftið upp.
Sirið Stenberg sigur, at í roynd er løgfrøðilig heimild til at føroyingar kunnu lata gøgn og nú verður samskift við danskar myndugleikar at lýsa tær løgfrøðiligu kunngerðirnar, sum eru neyðugar. Men tann stóra forðingin er, at vit hava ikki neyðugu læknafajligu fortreytirnar fyri at staðfesta um fólk eru heiladeyð, tí tað krevst serlækni í neurologi til tað, og ein slíkan hava vit ikki í føstum starvi.
Hon heldur, at hetta er eisini ein etiskur spurningur og hon heldur, at tað hevði verið ynskiligt at nýstovnaða Etiska Ráðið tekur spurningin upp. Hon heldur eisini, at hetta er ein spurningur, Løgtingið áttu at skift orð um.
Annita á Fríðriksmørk heldur, at spurningurin er, hvørja skipan, vit skulu hava, um fólk, sum vilja lata gøgn, skulu skráseta seg, ella um tey, sum ikki vilja laga gøgn, skulu skráseta seg.









