Tóku trý fólk fyri rúsevni

Tann eini persónurin var ósekur, og varð leyslatin aftur

Um vikuskiftið hevur løgreglan tikið trý fólk fyri at bróta lógina um rúsevni. Tvey fólk vórðu tikin tí illgruni var fyri at tey smuglaðu rúsevni innvortis. Í tí eina førinum vísti tað seg, at tað hevði einki upp á seg, tí viðkomandi hevði einki rúsevni í sær, so viðkomandi var leyslatin aftur.

Men í hinum førinum játtaði ein maður seg sekan í at smugla hassj innvortis, bæði við at hava svølgt tað og við at hava stungið tað upp í afturpartin.

Viðkomandi situr á løgreglustøðini enn, men enn er alt ikki komið út aftur og av tí sama veit løgreglan heldur ikki, hvussu stóra nøgd, talan er um. Løgreglan sigur, at talan er um hassj, men kanska er talan um onnur rúsevni eisini.

Í sambandi við eitt rúsevnamál, sum løgreglan arbeiðir við, er húsarannsókn gjørd heima hjá einum persóni um vikuskiftið, og har fann løgreglan eisini eina minni nøgd av rúsevnum. Viðkomandi er nú skuldsettur fyri at bróta lótina um rúsevni.