Vápnaðir sjórænarar lupu í gjár á eitt farmaskip úti fyri nigerisku strondini og burturfluttu skiparan og maskinstjóran. Tað sigur altjóða sjóferðslustovnurin IMB.
Sagt verður, at ein av manningini á farmaskipinum varð særdur undir álopinum, og at ein annar er ikki komin afturíaftur. Eitt felag í Niðurlondum eigur skipið, og manningin taldi 14. Skipið lá fyri akkeri, tá tað bleiv álopið.
Í seinastuni hava fleiri sjórænaraálop verið úti fyri strondini í Nigeria. Fyri 14 døgum síðani myrdu sjórænarar skiparan og maskinstjóran á einum farmaskipi, sum var einar 110 fjórðingar úr landi, tá tað bleiv álopið.










