Tóku sálmar upp í Vágs kirkju

Í gjárkvøldið vitjaði Kringvarpið í Vági. Har varð lagt afturat sálmaupptøkunum í savni Kringvarpsins. Væl av fólki møtti til upptøkuna í Vágs kirkju í gjárkvøldið. Sangurin ljómaði eisini væl, og væl gekk í hond, so nógvir sálmar vóru sungnir, eini 17 í tali.

Umframt at koma í savn Kringvarpsins, so koma nakrar av upptøkunum ætlandi á fløgu. Ein fløga við sálmaupptøkum, ið áður eru gjørdar í øðrum kirkjum , er á gáttuni, og á henni eru 25 sálmar, greiddi Kári Sólstein frá í gjárkvøldið í Vágs kirkju.

Saman við Armgarð Arge skipaði Kári Sólstein fyri upptøkukvøldinum í Vágs kirkju. Á urgu leikti Lars Mensonides og tøkningur í kringvarpsbussinum var Finnur Hansen.

Eini 200-300 fólk høvdu leitað sær í kirkjuna í Vági í gjárkvøldið.