Tóku nátaegg í Lonini í gjár

Tað er lítil og eingin veiða í bjørgunum longur, men í Sandoynni royna tey at føra siðvenjuna víðari og taka nøkur nátaegg úr berginum.

 

Í fleiri ár, nú eitt nú svartfuglurin - lundi, lomvigi og álka - hevur verið illa fyri, hevur at kalla eingin bjargaveiða verið, hvørki av fugli ella eggum.

Hóast tað ikki er forboðið við lóg at fleyga lunda, hava økini, sum eiga lundalond, gjørt av á grannastevnum, at fuglurin ikki verður veiddur ávís áramál.

Aðrastaðni, har slíkar semjur ikki eru gjørdar, hevur kortini lítið og einki verið fleygað, tí so mong tekin eru um, at neyðugt er, at fuglurin fær frið og sleppur at fóta sær aftur.

Í Sandoy og Skúvoy hava menn søkt ávísar røkur okkurt árið eftir nátaeggum, tó at talan ikki hevur verið um ta stóru royndina. 

Hetta hevur meira verið fyri at føra siðvenjuna víðari, soleiðis at yngra ættarliðið fær eina vitan um, hvussu teir gomlu søktu bjørgini, tá hetta var ein partur av lívsgrundarlagnum.

Í gjár vóru teir soleiðis í Lonini í Sandoynni eftir nátaeggum, og her veit Bjarki Henriksen, formaður í Lonafelagnum, at siga, at teir fingu millum 250 og 300 egg.

- Vit royndu bæði sigini í gjár, og umframt okkum tilkomnu, var eisini onkur ungdómur við, sum slapp at royna seg í Lonini, sigur Bjarki Henriksen.

Úr eggini og niður í sjógv er Lonin einar 300 metrar høg, og her verður drigið við spæli, sum stendur í einum húsi uppi á bakkanum.