Tóku myndirnar til stuttleika

Lynndie England, sum er ímillum teir amerikonsku hermenninar, sum eru skuldsettir fyri at hava farið illa við irakskum fangum, sigur sambært New York Times, at tey tóku myndirnar av fangunum til stuttleika.

Blaðið hevur fingið fatur á tí, sum kom fram, tá Lynndie England bleiv avhoyrd. Har skal hon hava sagt, at hon hevði verið við til traðka á irakskar fangar og at hava teir í tjóðri. Ein mynd av Lynndie England við einum fanga í tjóðri er farin um allan heimin, og sambært New York Times skal hon hava greitt frá, at tey ofta høvdu fangarnar í tjóðri einar fimm ella seks tímar, og at fangarnir fingu boð um at grulva við tjóðrinum um hálsin. Eisini skal hon hava sagt, at ein av fangavørðunum sparkaði ein irakskan fanga so illa, at hann fekk opin sár.

Sambært blaðnum skal Lynndie England hava greitt frá, at tað var rættiliga vanligt at taka myndir av fangum, sum fingu ringa viðferð.