Tóku øll á bóli

Sólvá Midjord og Petur Kjærbo í Vági tóku øll á bóli hóskvøldið, tá tey høvdu boðið í 40 ára føðingardag og tað vísti seg, at talan í roynd og veru var um brúdleyp

Kvinnan í húsinum fylti 40 ár, so onki var meira náttúrligt, enn at familja og vinir og kenningar komu inn á gólvið hóskvøldið.
Soleiðis var eisini hóskvøldið hjá Sólvu Midjord og Petur Kjærbo í Vági. Men tað sum gestirnir ikki vistu frammanundan var, at parið hevði verið í prestagarðinum í Leirum í Hvalba og gift seg.
Sostatt tóku tey øll á bóli, tí tey sum hildu seg vera komin í føðingardag, komu í roynd og veru í brúdleyp.
Onkur varnaðist, at tað bleiv skonkt so dúgliga, sum í brúdleypi, og so løgdu onnur til merkis, at tey høvdu ring uppi á. Og bilsni og gleði tóku yvir í veitslulag hóskvøldið, tá rundi føðingardagurin gjørdist til brúdleyp og brúðarnátt. Ein sólskinssøga í myrka heystveðrinum.