Í kvøld hevur seinasti dysturin av teimum útsettu dystunum verið. Spælt hevur verið týskvøldið, mikukvøldið og í kvøld. Arsenal og Crystal Palace spældu málleysan javnleik.
Tað hevur verið nógvur kritikk av spælarunum í Premier League, tí fleiri teirra hava ikki hildið øll koronutilmælini. Seinast kritikkurin hevur verið, at spælararnir hálsfevnast, tá teir hava skorað. Tað ber heldur ikki til í hesum koronatíðum.
Men kanska tóku Arsenal og Crystal Palace ov rívan til, tá tey spældu málleysan javnleik, har tað var lítið at fegnast um. Arsenal líkist ikki sær sjálvum longur. Liðið liggur og rótar í niðaru hálvu av stigatalvuni.










