Fótbóltur
Hóast regnið oysti niður, og vindurin hevði hug at gera eitt sindur um seg, so var tað ikki upp á tal, at dysturin millum B36 og ÍF skuldi avlýsast. Klokkan 15.00 stóðu liðini hvør sínu megin miðstrikuna, og so kundi tað vera tað asama, at máltalvan í Gundadali hevði givið skarvin yvir mótvegis nógva regninum.
Dysturin var valla byrjaður, áðrenn liðini fóru at leita sær í hvør sín leiklut. B36 hevur í oddastríðnum tørv á fullari úrtøku at kalla hvørja ferð, teir eru við, og byrjunaruppstillingin staðfesti eisini, at farast skuldi eftir sigrinum. Við bæði Óbi og Allan á toppinum og einum offensivur Wellington hangandi aftan fyri, varð javnvágin á liðnum skumpað nógv frameftir. Og tó at talan ikki var um teir opnu møguleikarnar, so tóktist yvirvágin somikið stór, at tað einamest var ein spurningur um tíð, áðrenn hol kom á.
Og árstalsfelagið fekk eisini fyrsta gylta møguleikan í dystinum. Allan Mørkøre slapp ígjøgnum í høgrum, men tá hann skuldi leggja flatt til púrasta leysa Óbi, var sendingin ov spakulig, soleiðis at verjuspælari fekk ruddað burtur.
Spakuliga fekk ÍF betri tamarhald á spælinum. Teir megnaðu í størri mun at halda bóltinum í egnari røð, so trýstið ikki gjørdist alt ov nógv, og í løtum ferðaðist bólturin eisini nógv á B36-hálvuni.
Teir máttu tó bíða til knappir 40 minuttir vóru farnir, áðrenn teir av álvara vóru í nánd av B36-málinum, men tá møguleikin so kom, so varð eisini tikið av alt fyri eitt. Atli L. Petersen sendi horna inn fyri úr høgru, og við handaru stong var Høgni Zachaariasen hægri enn Jákup Mikkelsen, og so var 0-1.
Stóri trupulleikin hjá B36 var í fyrra hálvleiki, at liðið als ikki megnaði at fáa neyðugu ferðina í spælið. Tað gjørdi tað alla tíðina møguligt hjá gestunum at standa rætt í verjuni, áðrenn støðurnar av álvara gjørdust vandamiklar, og skjótt royndi heimaliðið eisini at broyta hetta. Wellington, sum fyri tað nógva hevði fáar snúningar í spælinum, varð skiftur um við Levi Hanssen, men áðrenn nakar veruligur munur sást, átti Sylla kanska at avgjørt tað heila.
ÍF kontraði skjótt upp í vinstru síðu, men púrasta leysur við Jákupi Mikkelsen megnaði Sylla ikki at skora. Og nakað seinni kom B36 so av álvara við í dystin. Einar tvær ferðir høvdu Santos og Óbi annars verið nær við, men tað skuldi eitt sindur av tilvild til, áðrenn útjavningin kom. Santos skeyt fríspark langt úti í høgra borðið. Bólturin skrúvaði móti handara stólpa, og tá eingin spælari fekk skot á, smeyg hann sær eisini inn handan málverjan, sum stóð púrasta seldur.
Tað kundi kanska roknast við, at hetta var startskotið til eitt ordans trýst frá heimaliðnum, men hetta kom ongantíð til sjóndar.
Tað hevur verið sagt fleiri ferðir í ár, og dysturin sunnudagin var sum so ein undirstrikan av hesum. At stóri trupulleikin hjá B36 hevur verið, at liðið í ov lítlan mun megnar at leggja trýst yvir kantarnar. Hesa ferð var miðvøllurin samansettir av einum diamanti, har Fróði og Mikkjal høvdu ytstu leiklutirnar, men hvørgin teirra er tó nakrar kantspælari. Ivaleyst var ætlanin við hesum eisini, at tað skuldi vera upp til bakkarnar báðar at skapa nakað uppeftir, men hetta eydnaðist bert partvíst. Fyrst og fremst, so eydnaðist tað í stóran mun hjá ÍF at forða Santos í at koma ov nógv upp, og í hinum borðinum er kvaliteturin í innleggunum frá Kenneth Jacobsen langt ífrá hin sami, sum hann er tað hjá Santos.
Gaman í fekk B36 onkran møguleika afturat, og ta einu ferðina stóðu fuglfirðingarnir inni á strikuni og blokkaðu, tá innskifti Tummas Hans Rubeksen smekkaði til. Men størstu møguleikarnir fullur kortini til ÍF - og serliga Sylla. Tvær ferðir átti fílabeinsbúgvin gyltan møguleika, men fyrru ferðina kom Jákup frágera væl út móti leysa áleyparanum, og seinnu ferðina fór fluktarin beint framvið málinum.
Og tað var eisini Jákup Mikkelsen, sum fekk seinasta orðið í dystinum, tá hann vardi góðum langskoti frá Høgna, sum hevði kós mót stólparótini.
Soleiðis var tað kanska alt í alt fuglfirðingarnir, sum høvdu størstu orsøkina at iðra seg eftir dystin. Men tað nertir ikki tann veruleika, at vertirnir eisini iðraðu seg. Ikki minst, tí javnleikurin á Skála mundi vera júst tað úrslitið, sum tey flestu í B36-húsinum høvdu vónir um.
Hinvegin, so var javnleikurin ikki nøkur vanlukka fyri B36. Enn sum áður, so er tað bara eitt stig, sum skilir oddaliðini, og við dystum hjá Skála á útivølli móti bæði EB/Streymi og NSÍ, so er væl møguligt, at B36 framvegis kann fáa hjálp í royndunum at vinna fram á oddasessin. Men fyrsta fortreytin fyri hesum er, at B36 sjálvt tekur stigini, tá møguleikin er til staðar. Og tann setningurin varð ikki greiddur í regninum í Gundadali.








