Eftir at ein 31 ára gomul kvinna læt lív á einum spæliplássi í Danmark fyri einari viku síðan, heitir Teknologisk Institut nú á allar eigarar av spæliplássum um at kanna øll amboð, sum eru á spæliplássinum. Danska løgreglan tekur eisini undir við hesi áheitan.
Í dag - eina viku eftir syrgiligu hendingina í Ballerup - hevur løgreglan fingið eitt notat frá Teknologisk Institut um vanlukkuna. Her skrivar stovnurin, at beinini á reiggjustativinum, sum førdi til vanlukkuna, ikki vóru nóg væl fest til lendið.
- Vit heita tískil á eigarar av spæliplássum um enn einaferð at hyggja eftir og tryggja sær, at alt er í lagi, soleiðis at vandin fyri vanlukkum verður minni.
Vanlukkan í íbúðarøkinum í Ballerup hendi, tá fólk vóru á spæliplássinum í samband við ein føðingardag. 31 ára gamla kvinnan sat í einum ringi við neti undir, sum var festur í reiggjustativið, tá alt stativið koppaði.
Dagin fyri vanlukkuna hevði skrivstovan hjá íbúðarfelagnum fingið eina áheitan frá einum borgara um, at tey vóru ikki trygg við umrødda reiggjustativ. Tað fortaldi stjórin í felagnum, Søren B. Christiansen, fyrr í hesi vikuni.
Áheitanin til íbúðarfelagið snúði seg um, at stativið flutti seg nógv á vøllinum, tá fólk brúktu reiggjurnar. Íbúðarfelagið setti seg í samband við veitaran, Ludus, sum segði, at eingin vandi var fyri, at stativið koppaði, tí tað var gjørt til ikki at kunna koppa.
Avtala varð gjørd um, at Ludus kortini skuldi koma at hyggja upp á reiggjustativið hesa vikuna fyri at kanna umstøðurnar nærri. Men, tá var tað altso ov seint - og tá hevði hin 31 ára gamla latið lív.
Sambært Ritzau fer løgreglan í Danmark nú at kanna neyvari, um grundarlag møguliga er fyri at reisa revsirættarmál í samband við syrgiligu hendingina á spæliplássinum í Ballerup.