Tóku ikki av ímóti Makedonia

U-20 hondbóltur: Hóast tað eydnaðist føroyingum at fóta sær eftir sera soltna fyrstu løtu, so gekk tað ikki í seinna hálvleiki

Føroyska U-20 landsliðið í hondbólti hjá monnum hevur í dag tapt 21-17 í EM undankappingardysti ímóti Makedonia. Hetta var annar dysturin í kappingin, sum í hesum døgum er í Sveis. Í gjár endaði tað 25-25 ímóti Montenegro.

 

Hálvleiksstøðan var 8-8, og tað var ikki so galið, tí føroyska liðið kom heilt illa frá fyrstu løtuna. Tað vóru næstan tíggju minuttir farnir, áðrenn føroyska liðið kom á máltalvuna.

 

Tá ið tað var hálvleikt, kendist tað sum um, at føroyska liðið hevði fingið um endan, og at tað vóru vónir fyri føroyskum sigri, men tað eydnaðist ikki. Føroysku spælararnir misnýttu eftir steðgin eina rúgvu av møguleikum, sum teir spældu seg til, og tað kostaði dýrt.

 

Eftir tveir dystir er úrtøkan ein javnleikur og eitt tap. Tað er einki at siga til, at hetta kennist sum vónbrot í føroysku leguni, tí bæði í gjár og í dag vóru møguleikar at vinna.

 

-Vit vóru leingi skilagóðir, men mistøkini kostaðu nógv. Vit vóru greiðir yvir, at møguleiki var at vinna, um vit megnaðu at halda javnleik, inntil tað restaðu kanska tíggju minuttir, men tað gjørdu vit ikki. Fyrstu løtuna vóru vit kløkkir av stóra trýstinum, sum teir løgdu á okkum fyrstu løtuna, men vit fótaðu okkum væl og vóru leingi væl við, men tíverri kostaðu mistøkini stig, sigur føroyski venjarin Kári Nielsen.

 

Føroyski venjarin rósti eftir dystarlok sínum spælarum í samrøðu við Hilmar Jan Hansen frá Rás2, sum er í Sveis og sigur frá dystunum:

-Vit vóru ikki nøgdir við dømingina, men tað vóru fyrst og fremst mistøkini fram ímóti dystarenda, ið vóru orsøk til, at vit taptu.

 

Montenegro og Makedonia eru nógv størri hondbóltstjóðir enn Føroyar. Úrslitini eru góð, tá ið mett verður út frá styrkistølunum. Men javnleikur og tap eru ikki í samsvar við avrikini, sum føroyingarnir hava megnað í gjár og í dag.

 

Á middegi í morgin skulu Føroyar spæla síðsta dystin, sum verður ímóti Sveis.