Pensjónistur í klemmu
Daniel Jacob Smidt Jensen á Tvøroyri er rættiliga argur inn á tað almenna.
Hann sigur bart út, at hann hevur mist álitið á almennari umsiting.
Hann er 80 ára gamal og krestirnar eru ikki longur sum tær, tær hava verið.
Tí hevur hann fingið heimahjálp at vaksa gólvini fyri seg, annars klárar hann nógv sjálvur.
Hann fær heiumahjálp tvær ferðir tveir tímar um mánaðan, tvs fýra tímar um mánaðin.
? Tá ið heimahjálpin var her í her í juni mánaða, gjørdi hon meg varugan við, at hon kom ikki aftur, fyrrenn í september.
? Hon segði, at tað skuldi sparast og at eg tí onga heimahjálp fór at fáa í summarfrítíðini í juli og í august.
Hann sigur, at tað var onki at gera við tað, tó hann heldur, at tað er nógv fyri, at tað skal sparast í heimahjálpini.
Drigið av pensjónini
Men tá ið hann so fær pensjónina seinast í juli mánaða, verður hann illa við.
Tí í uppgerðini stendur, at Almannastovan hevur drigið 172 krónur av pensjónini fyri heimahjálp. Hann gjørdi vart við seg og heimarøktin viðgongur, at talan er um eitt mistak.
Men kortini endurtekur tað sama seg, tá ið hann fær pensjónina seinast í august, tí aftur tá eru 172 krónur drignar frá fyri heimahjálp.
? Sostatt hevur Almannastovan í tveir mánaðir drigið gjald fyri heimahjálp, sum eg ikki havi fingið, frá pensjónini.
Hann sigur, at hann hevur tosað við øll møgulig, fyri at fáa hetta í rættlag.
? Eg havi tosað við heimarøktina í Suðuroynni og við Almannastovuna í Havn. Tey vita, at talan er um eitt mistak, men til dagin í dag, er mistakið ikki rættað.
Daniel Jacob Smidt Jensen sigur, at tað er nógv fyri, at slík mistøk skulu henda. Tað vóru eisini tey sjálvi, sum tóku heimahjálpina og tí átti slíkt ikki at komið fyri.
?Men tað er líka nógv fyri, at eg ikki skal røkka til tey, sum hava myndugleika at rætta mistakið. Tað tykist, sum um tað nú er blivið so langt ímillum okkum, sum brúka heimahjálpina, og tey, sum stíla fyri, at vit røkka ikki til tey, sum hava ábyrgdina av slíkum.
Hann sigur, at tá ið gjald fyri heimahjálpina varð drigið av pensjónini fyri aðru ferð, seinast í august, gjørdi hann greitt, at hann vildi ikki hava heimahjálp aftur, fyrrenn mistakið varð rættað.
Tí fekk hann heldur onga heimahjálp í september. Og tá ið pensjóni kom í september, var heldur onki drigið av fyri heimahjálp.
Men gólvini mugu vaskast og tí hevur hann boygt seg, so nú fær hann heimahjálp aftur í oktober.
? Men tað kann væl vera, at eg broyti meining aftur og boði teimum frá, at eg vil ikki hava heimahjálp aftur, fyrrenn feilurin er rættaður.
?Hetta er blivið eitt prinsippmál hjá mær. Tað er ikki so nógv í pengum, tað snýr seg um, men tað er eitt prinsipp um, at tað almenna skal ikki kunna fara soleiðis við fólki, at tað ger eitt mistak hjá einum pensjónisti, men ikki rætta tað aftur.
Mistakið verður rættað
? Eg skilji væl, at maðurin er ónøgdur. Men hann er neyvan tann einasti, í hevur orsøk til at vera ónøgdur.
Jákup Foldbo, leiðarin á heimarøktini skilr væl, at Daniel Jacob Smidt Jensen á Tvøroyri er ónøgdur.
Sum tað sæst á greini aðrastaðni, er heimahjálp í tveir mánaðir drigin frá pensjónini, hóast hann ongantíð hevur fingið heimahjálpina.
Men tað skilst á Jákupi Foldbo, at hetta er slíkt sum hendur, tí telduskipanin er so stirvin.
Hann sigur, at tað var vanligt, at fólk mistu heimahjálp í summar tí tað skuldi sparast og pensjónisturin á Tvøroyri er neyvan tann einasti, sum hevur fingið rokning kortini.
Men hann leggur áherðslu á, at tað verður rættað seinni.
? Tvær ferðir um árið verða gjøldini regulerað, Og tann fyrsta reguleringin er ikki langt burtur og tá skuldi feilurin helst verðið rættaður.
Hann sigur, at skipanin er ikki nøktandi fyri brúkaran, men tað er ein ógvuliga umfatandi skipan og tað er tungt at gera broytingar. Tí verður tað bara regulerað tvær ferðir um árið.
Tó hendir tað hvønn mánaða, at gjøldini verða broytt eftir fráboðanum frá eftirlitskvinnunum kring landið, tvs, um tímatalið, ein fær heimahjálp, verður hækkað, ella lækkað.
Sjálvur dugir leiðarin ikki at siga, hvussu nógvar broytingar, eru tiknar við. Tí veit hann ehldur ikki, um gjaldið hjá pensjónistinum á Tvøroyri, kemur við í reguleringina, ella um tað átti at verið broytt.
Men reguleringarnar gera so tað, at tá ið avtornar, hevur ongin goldið ov nógv fyri heimahjálp, sigur Jákup Foldbo.










