Tóku háv livandi

Í fleiri dagar hevur ein hávur órógvað gestirnar á sponsku frítíðarstrondini Tarrgona. Í gjár gjørdu myndugleikarnir av at royna at taka hávin, og nakrir kavarar fingu uppgávuna. Seinnapartin eydnaðust so kavarunum at fáa hávin í eina nót, og áhugin var stórur, tá teir komu inn á strondina við honum. Tað vísti seg, at talan er um eitt hávaslag, sum ikki ger seg inn á fólk, skrivar Reuters. Hávurin verður tí sleptur útaftur, men eitt sindur longri frá strondini

.