Hondbóltur
Tað er einki at siga til, at tað var ein vónbrotin Ingi Olsen, sum vit fingu orðið á í løtunum eftir javnleikin á Hálsi.
13 sekund fyri leiklok tóktist hann hava skotið gullið til Vestmanna, men alt stríðið tóktist nyttuleyst, tá Kyndil kortini í seinastu sekundunum fekk javnað. Og tað við einum brotskasti, sum vestmenningarnir høvdu ilt við at góðtaka.
- Lat meg sjálvandi fyrst ynskja Kyndli tillukku. Teir eru kanska liðið, sum mett yvir kappingarárið eigur hetta uppiborið, men teir skuldu ikki fingið javnleikin í dag.
- Dómararnir tóku meistaraheitið frá okkum við hasum brotskastsdóminum. Tað eri eg sannførdur um. Hatta hevði einki sum helst við brotskast at gera.
Óluksáligt
Men mitt í øllum vónbrotinum, so kundi Ingi tó fegnast um, at teir høvdu verið við til at givið áskoðarunum eina fantastiska hondbóltsuppliving av slíkum slag, sum sjáldan er sædd her á landi.
- Hetta er akkurát tað, sum vit høvdu vónað. Karmarnir vóru fantastiskir, og dysturi gjørdist akkurát so spennandi, sum nógv høvdu roknað við. Bara óluksáligt, at tað skal vera ein so grovur feilur, sum avgerð meistaraheitið. Tað havi eg sera trupult við at góðtaka, segði ein vónbrotin Ingi Olsen at enda.










