Tóku fyrsta stigið í 1990, fáa vit fyrsta stigið í 2007?

Innan tvær vikur hava vit havt tveir “franskar” visittir. Fyrst var tað William Jefferson “Bill” Clinton, ið kom til lands. Kom oman á Vaglið, stuðlaði handilsvinnuni í Miðbýnum, og segði so nøkur góð og væl vald orð í Norðurlandahúsinum. Og sigast má, at Bill legði okkum “Flag” á. Flestu okkara hava valt, ikki at hava flagtak fyri at sleppa undan øllum kyktum, ið koma í kjalarvørrinum av einum flagtaki. Men flagtøkini var tað fyrsta og besta, sum tann gløggi Clinton tók til sín á stuttu Føroya-ferðini. So nú sita vit øll, uttan kanska bara Óli B. og vóna, at Hillary vinnur forsetavalið komandi ár. Tí so verður flagtak lagt oman yvir Hvítu Húsini. Men um flagtakið fer at røkka, sum rakett-skjøldur hjá Hvítu Húsunum man verða meira ivasamt. Men Bill Clinton fæst óiva at skriva undir uppá, at flagtøk verður ein góð útflutningsvøra hjá Føroyum. Clinton hevur so skrivað undir, og skrivað uppá alt møguligt annað, her á stuttu Føroya-vitjanini. Í hesum døgum hava vit fingið ein annan franskan visitt, nevnliga franska fótbóltslandsliðið. Hesir eru kortini so frægir, at teir liggja nátt í Føroyum. Hartil hevur Atlantic Airways ikki verið undir tr‡sti at taka fleiri setur úr flogfarinum. Og so kostar tað ikki 5.000 kr. at síggja hesar bóltsnillingarnar, men “bara” 300 kr. Thierry Henry er við. Uttan at siga nakað ónt um Henry kunnu vit róligt staðfesta, at hann rennur minst líka skjótt sum Marion Jones! Henry hevur kanska skift felag, men hann hevur so ikki skift gear. Líka síðani vit tóku fyrsta stigið út í tað stóru fótbóltsverðina í 1990, hevur knípt við at koma upp í gear! Og ikki so sjáldan hava vit spolað í brekkuni, og hava fingið nakrar ordans yvirhálingar. Men altíð hava vit kunna givið landsliðs-bilinum ein góðan brekkustart, og so hava vit herja á brekkkuna aftur. Og tíðum eru vit komin á, og tað eru tær løturnar – tíbetur – sum standa fastast í minninum! Meðan Henry jaktar metið hjá UEFA-forsetanum Michel Platini, sum eisini hevur verið ein franskan visitt í Føroyum, so jaktar Rógvi Jacobsen mál nr. 10. Rógvi torir ikki at lova okkum, um tað kemur hesuferð, um eitt ár, tvey ár, ella nakrantíð. Men tá tað einaferð kemur – vónandi skjótt – er hann mest skorandi føroyingur í heimssøguni, við 10 málum. Men tað er kalt í botninum! Vit hava tr‡ mál frá Rógva í hesari kappingini, men enn er kalt; 0 stig. Vit hava tríggjar dystir eftir, ímóti trimum av teimum 8 liðunum, ið vóru í HM-fjórðingsfinaluni. Og kortini spyrja vit: “Fáa vit fyrsta stigið í 2007”. Ella mugu vit liva við einari null-loysn? Tá er kanska betur við einari franskari visitt frá Bill Clinton. Bill er frá Littlerock, so kanska hann viðger føroyska grótið næstu ferð? Tí tá vinna vit øll, Bill fær so eisini sítt. Kanska Demokratia fær lokkað Hillary til Føroya í næstum, hvør veit?