Tóku fleiri skutarar


Løgreglan í Klaksvík hevur hetta vikuskiftið tikið fleiri skutarar, sum koyrdu ólógliga skjótt. Talan er um fýra skutarar ella prult, ið eru tikin frá eigarunum.
Orsøkin er, at skutararnir eru tunaðir, so at teir koyra skjótari enn loyvt er. Ein skutari hevur loyvi at koyra 30 kilometrar um tíman, men hesir, sum vórðu tiknir um vikuskiftið, kunnu koyra 80-90 kilometrar um tíman.
Tann luturin á skutaranum, sum er ólógligur, verður tikin av, og eigarin fær hann aftur. Um sami skutarin verður tikin tríggjar ferðir, fær eigarin hann ikki aftur.