Tóku fimm í ein tíma

Millum klokkan 19 og 20 í gjár vórðu 5 bilar tiknir fyri ferð í Kollafirði Fimm bilførarar vórðu í ein tíma í gjár tiknir fyri at koyra ov skjótt í Kollafirði.

Ferðin á bilunum, ið vórðu tiknir, koyrdu ímillum 105 og 113 kilometarar um tíman.

Hesir fimm bilarnir vórðu allir tiknir millum klokkan 19 og 20 í gjár.

Hetta vóru tó ikki einastu bilarnir, sum vórðu tiknir í gjár. Fyrr um dagin vóru tveir tiknir fyri tað sama á nærum sama stað. Ferðin hjá teimum var 106 og 108 kilometrar um tíman.

Men skjótasti ferðsyndarin varð tikin inni í Kollafjarðartunlinum. 124 kilometrar um tíman koyrdi bilførarin.