Tóku eitt stórt fet

Veteranurin á HB-liðnum, Hans á Lag, var sera fegin um sigurin á NSÍ, tí hann helt frammanundan, at hetta kundi verða ein trupul dystur.

– Men vit vistu, at vit kundu taka eitt stórt fet í dag, og tað kláraðu vit. Tað, at vit fingu eitt mál hvørju megin hálvleikin, var rættiliga avgerandi fyri dystin, staðfesti verjuspælarin, sum sjálvur skoraði seinna málið hjá HB.

– Rasmus Nolsøe sendi eitt fríspark innfyri, og eg sá, at bólturin pressaði Meinhardt, so eg fór eftir at fáa fatur í honum. Møguleikin var har og eg fór eftir tí, kláraði tað og fekk bóltin í málið, segði Hans á Lag.