Fyri einari løtu síðani eydnaðist tað løgregluni í avstralska býnum Sidney at loysa eina bumbu, sum ein maður hevði spent um hálsin á einari 18 ára gamlari kvinnu.
Mark Murdoch hjá løgregluni í New South Wales sigur, at enn veit løgreglan ikki við vissu, um talan er um eina bumbu. Hann sigur, at løgreglan leitar eftir manninum, sum festi lutin um hálsin á kvinnuni.
Sambært fjølmiðlunum hevði maðurin heft eitt bræv um loysigjald saman við lutinum. Tann 18 ára gamla kvinnan er av múgvandi ætt.










