Klaksvík: Nú fer borgarstjórin í Klaksvík at skriva undir avtalu við fyritøkuna Polytan, sum skal leggja nýtt graslíkið á fótbóltsvøllin í Klaksvík.
Vøllurin varð skiftur fyri tveimum árum síðani, men hann hevur ikki verið í lagið, tí frárenslið hevur ikki verið nóg gott.
Hetta hevur skapt truplar umstøður, tá tað hevur regnað í Klaksvík, og eitt tað besta minnið um meira ella minni komiskan fótbóltsdyst millum hyljarnar, var tá KÍ vann meistaraskapin á seinasta leikdegi í 1999.
Skiftur í juli
Klaksvíkar kommuna hevur havt drúgvar samráðingar við Polytan um vøllin, tí kommunan hevur viljað havt nýggjan vøll.
Herfyri varð ein semja gjørd millum partarn, sum inniber, at Klaksvíkar kommuna skal gjalda eina millión fyri nýtt graslíkið. Hetta er ikki fulli prísurin fyri nýggja vøllin.
Týskvøldið var semjan løgd fyri býráðið at taka støðu til, og býráðið góðkendi semjuna. Og tí kann borgarstjórin í Klaksvík nú gera endaliga avtalu við Polytan.
Arbeiðið at skifta vøllin í Klaksvík verður gjørt í juli mánaði, tá fótbóltskappingin er í summarfrí.
Dystirnir hjá KÍ passa soleiðis, at seinasti dystur fyri summarfrítíðina verður á útivølli, og tað sama er galdandi, tá kappingin byrjar aftur eftir summarsteðgin.
Roknað verður við at arbeiðið at skifta vøllin tekur einar tvær ella tríggjar vikur.