Tríggir serfrøðingar úr Fraklandi, Sveis og Russlandi fara nú at kanna umleið 60 royndir, sum eru tiknar av líkinum av fyrrverandi palestinska leiðaranum Yasser Arafat. Tað skrivar sveisiska blaðið Le Matin Dimanche í dag.
Kanningin er skipað soleiðis, at teir tríggir serfrøðingarnir hava fingið einar 20 royndir í part, at teir nú fara at gera sínar kanningar hvør sær. Roknað verður við, at kanningararbeiðið verður liðugt um tríggjar ella fýra mánaðir.
Royndirnar vórðu tiknar úr grøvini hjá Arafat í Ramallah á Vestara Áarbakka seinasta hósdag.
Arafat doyði á einum fronskum sjúkrahúsi fyri átta árum síðani, og summi hava illgruna um, at hann doyði av polonium-eitran. Hetta er sama evnið, sum gjørdi av við fyrrverandi russiska njósnaran Alexander Litvinenko í London í 2006.










