Tóku 33 børn frá mammunum

Fyrrverandi argentinski forsetin Jorge Videla er í hesum døgum í rættinum, har hann er ákærdur fyri at hava havt ábyrgdina av, at 33 børn vórðu tikin frá foreldrunum í hansara forsetatíð. Børnini komu ongantíð afturíaftur.

Jorge Videla (myndin) tók valdið í Argentina í 1976, tá hann koyrdi stjórnina hjá Isabel Peron frá. Videla var forseti til 1981, og í hansara forsetatíð framdu myndugleikarnir nógv mannarættindabrot. Eitt nú hvurvu fleiri politisk andstøðufólk.

Mannarættindafelagsskapir vilja vera við, at myndugleikarnir tóku umleið 500 børn frá foreldrunum, og at fólk í grannalondunum sluppu at ættleiða tey. Tá rætturin í gjár spurdi Jorge Videla um tey 33 børnini, svaraði hann, at mammur teirra vóru yvirgangsmenn, og at tær brúktu børnini sum livandi skjøldur.

Tann 86 ára gamli Jorge Videla er tvær ferðir dømdur livlanga fongsulsrevsing, fyrru ferð í 1985 og seinnu ferð í 2010.