Tá krúnan fær fepur

Hennara hátign kann takka fyri, at heilsutænastan er ókeypis. Tað hevði skjótt blivið ein dýrur umgangur, um hon sjálv skuldi rindað allar læknarokningar.

Hóast drotningin ber seg væl, er tað ongin loyna, at hon gjøgnum eitt langt og kongaligt lív hevur verið fastur gestur inn og út hjá læknum, sjúkrahúsum og skurðdeildum.
Ein feitur lívsstílur, við fáum kropsligum uppgávum, trimum rættum til hvørja máltíð, vín og sigarettum í longum banum, er heldur ikki heimsins besta blanding, um ein ætlar sær at røkka teimum hundrað.

Krútsterkar sigarettir
Men, tað ætlar drotningin sær helst heldur ikki, hóast tað kortini neyvan verða tær krútsterku griksku Karelia sigarettirnar, sum fara at kosta hennara hátign lívið. Higartil hevur einasta beinleiðis avleiðingin av keturoykingini verið gular tenn og nikotinfingrar, og ikki álvarsligari sjúkur sum bronkitis ella lungnakrabbi. Hetta eru heldur ikki sjúkur, sum liggja til donsku kongafamiljuna.
Harafturímóti hava aðrar sjúkur bæði darvað og verið um at taka lívið av hennara hátign.

Ein kongalig journal
Longu sum smágenta fekk hon tjúkkar brillur vegna tað, at hon er so nærsýnd. Eisini rénur hon annað eygað, so hon skeitir, tá hon verður troytt.
Sum ung er drotningin illa rakt av húðsjúkuni akne. Tí sær húðin altíð órein út. Enn í dag ber húðin brá av hesum.
Tá Joachim prinsur verður føddur í 1969, verður drotningin lívsør, tí eggjaleiðararnir ganga fyri. Ein skurðviðgerð í 1978 skal bøta um skaðan, so hon kann fáa fleiri børn. Men skurðviðgerðin grøðir ikki drotningina, sum tískil ikki fær fleiri børn.
Slitgikt er orsøkin til, at drotningin í 1992 fær nýtt vinstra knæ. Sama knæ kemur undir skurð í 1997 og aftur í 2001. Í 2006 er túrurin komin til høgra knæ, sum tá verður skift út.
Tá krabbamein verður staðfest í lívmóðrini í 1994, verður hon enn einaferð løgd undir skurð. Hesaferð verða bæði lívmóðir, eggjaleiðarar og eggrøtur skorin burtur.
Á jólum í 2001 dettur drotningin á slottinum Marselisborg og brýtur tvey riv.
Í 2003 verður hon løgd undir skurð á sjúkrahúsi í Århus vegna gikt í rygginum. Hetta hevur millum annað við sær, at hon situr á einum stóli, tá topparnir koma at heilsa upp á til nýggjársmóttøkuna sama ár.
Í 2006 fær hon skurðviðgerð fyri tarmalop fyri rørunum (brokk í “lyskuni”).