”Familjens projektleder siger op” er enn ein rasandi metseljandi svensk femibók. Hesaferð um karrierukvinnu, sum ikki tímir at hava evstu ábyrgdina av heiminum longur, og tí sigur frá sær starvið sum verkætlanarleiðari í heiminum.
Bókin er eitt sindur stuttlig, men bara fyri hana, sum hevur ein vánaligan mann og tí kennir seg aftur í offur- ella martyrleiklutinum.
Hjá henni, sum hevur ein búnan og ábyrgdarfullan mann, er bókin bæði troyttandi og pínlig. Ikki minst tí maður høvundsins, sum er til í veruleikanum onkrastaðni í Svøríki, verður útspiltur og úthongdur úr enda í annan.
Á baksmekkuni á bókini skrivar høvundin soleiðis:
Hervið sigi eg frá mær starvið sum verkætlanarleiðari í familjuni. Eitt starv, sum eg hvørki havi søkt, havi natúrligt talent fyri ella haldi vera serliga stuttligt. Hetta kemur givið at ávirka familjuna á ymsan hátt:
1. Børnini koma at ganga í klæðum, sum ikki passa ella hóska saman.
2. Tey fara at mangla fimleikaklæði og túr-matpakkar.
3. Sosiali álmanakkin fer í hundarnar.
4. Tað verður óruddiligt og fer at lukta illa har heima.
Kortini sigi eg meg úr starvi. Frá og við í dag hevur familjan ongan verkætlanarleiðara. Eg fari at nýta høvi til at ynskja tær, elskaða manni mínum, góða eydnu.
V. Gunilla Bergensten, kona tín