Tí koma fólk ikki heimaftur

Stórsta hóttanin móti framburði í Føroyum í løtuni.er mangul uppá fólksligt tilfeingi

Tá vit ikki hava fólkavøkstur í eini tíð við hægsta búskaparliga hákonjunkturi nakrantíð, og í eini tíð har føroysku kvinnurnar føða flest børn í miðal í Evropa, so er okkurt heilt galið .

Eg ivist ikki í, at høvuðsorsøkirnar til fólksligu stagnatíónina eru tvinnar: vit raðfesta útbúgving og serliga gransking og lágt, og vit hava raðfest støðuna hjá einligum uppihaldarum ov lágt. Báðar hesar orsøkirnar raka bæði kynini, men serliga kvinnurnar, sum m.a. er orsøkin til at okkum mangla 2000 kvinnur í Føroyum.

Gamaní eru vit ein útjaðari í Evropa og eisini í Norðurlondum. Men tað eru tað ikki bara vit sum eru. Onnur útjaðaraøki t.d Tromsø og Akureyri sóu hóttanina við fólkafráflyting í góðarir tíð og gjørdu nakað við tað við hepnari hond. Akureyri er í dag eitt eftirtraktað niversitetsumhvørvi á altjóða støði og Tromsø tað sama. Hesi bæði økini eiga at verða dømi um, at ongin orsøk er at góðtaka stagnatión í fólkatalinum.

Hetta verður nakað av tí, sum Tjóðveldi vil arbeiða við, koma vit í samgongu!