Amerikanski tøknirisin Microsoft boðar í dag frá, at felagið hevur gjørt eina avtalu, ið inniber at teir keypa sosiala netverkið Linkedin.
Partarnir hava gjørt eina bundna avtalu um keypið, har avtalaða søluvirðið liggur um 173 milliardir krónur. Tað er umleið tvífalt so nógv sum samlaða virðið av partabrøvunum í felagnum.
Harvið er talan um størsta keypið í søguni hjá Microsoft. Gamla metið er frá 2011, tá felagið keypti Skype fyri 56 milliardir krónur.
Hóast fyritøkan verður seld, so inniber avtalan, at Jeff Weiner heldur fram sum dagligur leiðari í sosiala netverkinum.
Linkedin varð stovnað í 2003 og hevur í dag umleið 433 milliónir brúkarar.