Útbúgving
At føroyska vinnan hevur brúk fyri fleiri fólkum við millumleiðaraútbúgving er mangt, sum bendir á. Tað vísur millum annað ein spurnarkanning, sum Tekniski Skúlin í Havn hevur gjørt millum ymsar størri og smærri vinnufyritøkur í Føroyum.
Skúlin sigur, at fyritøkurnar lýstu sín tærv so mikið greitt, at leiðslan á skúlanum ivaðist ikki í aftur at fara undir úbúgving av byggitøkningum. Útbúgvingin til bygitøkning er tann sama, sum fyrstu tvey árini av útbúgvingini til byggifrøðing, og gevur hon góðan førleika til størv innan byggivinnuna, innan framleiðsluvirkir av byggitilfari ella hjá ráðgevandi verkfrøðingum og arkitektum.
Ein byggitøkingur kann m.a. taka sær av leiðsluuppgávum á arbeiðsplássum, at arbeiða sum millumleiðari, verkførari, at framleiða bygningslutir og at hava goymsluleiðslu og ?stýring. Somuleiðis gevur hetta førleika til at hava byggiumsiting um hendi fyri eitt nú kommunur og land, og at projektera í sambandi við útbjóðing av arbeiði.
Talan er um tvey ára útbúgving, sum byrjar beint eftir summarfrítíðina. Upptøkukrøvini eru, at umsøkjari hevur eina handverksútbúgving innan byggivinnuna ella eina miðnámsútbúgvin.
Til spurningin, um fyritøkan vildi mæla Tekniska Skúla til at fara undir útbúgving av byggitøkingum, svaraðu flestu fyritøkurnar í spurnarkanningini játtandi. Og í fleiri førum var talan eisini um viðmerkingar, sum sera greitt góvu boð um, at útbúgvingin varð tiltrongd.
Eisini framleiðslutøkningar
Fyri fýra árum síðani fór Tekniski Skúlin annars undir at útbúgva framleiðslutøkningar. Hendan útbúgvingin heldur eisini fram, og somuleiðis byrjar nýtt skúlaskeið her eftir summarfrítíðina. Talan er eisini um tvey-ára útbúgving, og eru upptøkutreytirnar tær somu, sum eru galdandi til byggitøkninga útbúgvingina.
Framleiðslutøkningurin verður útbúgvin til størv innan ídnaðin. Tað kann vera innan maskintøkni ella ?rakstur. Útbúgvingin gevur førleika til arbeiði sum m.a. millumleiðari, verkførari, arbeiði á teknistovu, goymslustýring, flutningsvirksemi og annað.
Báðar útbúgvingarnar eru at rokna sum sjálvstøðugar yrkisakademiskar útbúgvingar, men samstundis geva hesar eisini góðan møguleika til framhaldandi útbúgvingar innan yrkið, verður sagt í tíðindaskrivi frá Tekniska Skúla.
Freistin at søkja um upptøku til útbúgvingarnar eru 25. apríl.