Tøknifrøðin sigraði í Prix kappingini

Prix Føroyar finalan var eitt upplivilsi á mangar hættir. Ikki bert tónleikarar settu dám á kappingina, men tøkningar frá ÚF, SVF og ADJ-Sound gjørdu sítt og vunnu á mál, hóast verkfall og stutt skotbrá.

Prix Føroyar finalan 1999 í Norðurlandahúsinum seinasta leygarkvøld gjørdist eitt satt upplivisli hjá teimum, ið høvdu leitað sær í húsið. Felagið ADJ-Sound og tøkningar tess gjørdu sítt til, at oyruni frøddust. Hóast tað ikki gjørdist greitt fyrr enn í síðstu løtu, orsakað av verkfallinum hjá Starvsmannafelagnum, hvussu Prix Føroyar finalan fór at laga seg, so megnaðu teir at framala ljóðgóðsku á sera høgum støði.

Ikki bert fólkini í salinum fingu ljóðgóðskuna, men eisini fólk kring alt landið kundu fylgja við í útvarpi og sjónvarpi og frøðast.

Hjá tøkningunum í ÚF og SVF gjørdist døgnið helst ov stutt, tí ikki fyrr enn frígjadagin klokkan trettan sluppu teir til verka. Eftir einum samdøgri høvdu teir stáplað eina av ásins stóru framleiðslum upp á beinini. Slík framleiðsla krevur annars tíð og fyrireiking, og fyrireikararnir prátaðu undan finaluni um, at var verkfallið ikki av einar tríggjar dagar undan finalukvøldinum, so var ógjørligt at fullføra uppgávuna. Men limir Starvsmannafelagsins, tøkningarnir og onnur, sýndu, at teir duga annað enn at blokera. Ein framleiðsla til eygu og oyru, sá pallsins ljós, og ikki merktist, at arbeitt hevði verið undir trýsti.

Í beyvum samstarvi megnaðu ADJ-Sound, ÚF og SVF, tøkningar og vertir, at lata hyggjarum og áhoyrarum eina dygdar framleiðslu, ið ikki stendur nakað aftanfyri liknandi tiltøk aðrarstaðir. Eisini útlendsku umboðini vóru bergtikin av framleiðsluni, ið avgjørt styrkti tiltakið Prix Føroyar, ið annars hevur ment seg merkisverkt síðani byrjan.