Tøkni eigur at verða sjálvsagdur partur av fiskivinnupolitikkinum

Síðan 1996 hevur Helgi Nolsøe, verkfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni, arbeitt við tekniskum loysnum umborð á skipum, sum bæði kunnu gera arbeiðið lættari - og loysnum, sum kunnu gera, at meira kann fáast burtur úr tilfeinginum. - Slíkt eigur eisini at verða ein partur av almenna fiskivinnupolitikkinum, sum jú er meira avgerandi hjá okkum enn hjá nøkrum øðrum landi, heldur Óli Jacobsen, sum hevur greitt okkum frá áhugaverdu framløguni hjá Helga Nolsøe

Tøkni

Á landsfundum hjá Føroya Fiskimannafelag plagar felagið at hava við ein gestarøðara, sum útgreinar okkurt evni, ið hevur samband við virksemið hjá fiskimonnum.
Í 2005 var tað Petur Steingrund, fiskifrøðingur, sum tosaði um fiskastovnar, og í ár var tað Helgi Nolsøe, verkfrøðingur á Fiskirannsóknarstovuni.
Tíverri fingu vit á Sosialinum ikki verið við til framløguna hjá Helga hendan dagin, men vit hava biðið felagsformannin, Óla Jacobsen, greidd okkum frá einum parti av tí, sum Helgi legði fram á landsfundinum.
Síðan 1996 hevur Helgi Nolsøe arbeitt við tekniskum loysnum umborð, sum bæði kunnu gera arbeiðið lættari og loysnum, sum kunnu gera, at meira kann fáast burtur úr tilfeinginum.
Í 2003 gjørdi hann eina frágreiðing um "Úrtøkuøking og hjáframleiðslu av toski hjá verksmiðjutrolarum", har ein hópur av møguleikum fyri at fáa meira burturúr fiskinum vóru viðgjørdir. Summir av slíkum møguleikum eru sjálvandi lættari at gjøgnumføra enn aðrir. Men umborð á Skálabergi verða hesir møguleikar troyttir í tann mun, sum hetta er møguligt.

Møguleikar
við livratøku
Á landsfundinum hjá Føroya Fiskimannafelag var tað serliga livurin og kryvjimaskinur, sum vóru til umrøðu.
Helgi Nolsøe vísti á, at út frá 2005-tølunum kundu 7.000 tona av livur, sum hevði eitt virði uppá 35 miljónir krónur, komið til sættis, men veruligu tølini vóru bert ein lítil partur av hesum.
Hetta er jú eitt evni, sum hevur verið frammi í fleiri ár, og nógv hevur verið tosað, og nógv uppskot hava verið um, hvussu livurin kann koma til høldar.
Tað verður ásannað, at skal nøkur munandi broyting henda á hesum øki, er neyðugt, at hetta verður gjørt við maskinum, so sleppast kann undan tí eyka arbeiði, sum altíð vil liggja í eitt nú at taka livur.
Her eru fleiri verkætlanir í gongd – og fleiri slíkar, har tað verður arbeitt við maskinu, sum kann skilja livrina frá restini av innvølinum. Onkur av hesum sær í hvussu er lovandi út. Hetta merkir, at livurin kann fáast til sættis uttan stórvegis eyka stríð hjá manningini. Henda loysn merkir eisini, at livurin kann fáast til sættis frá maskinkruvdum fiski, har annars hevur verið roknað við, at innvølirnir verða meira ella minni oyðilagdir.

Kryvjimaskinurnar
Nú hava flestu ísfiskatrolarar fingið kryvjimaskinur, og tað er eingin ivi um, at hendan maskinan er komin umborð fyri at vera. Tær mest vanliga nýttu kryvjimaskinurnar eru sera einfaldar, og tær hava tann vansa, at tær blóðga ikki fiskin, áðrenn hann verður kruvdur.
Helgi Nolsøe vísti á, at tað er munur á blóðgaðum og óblóðgaðum fiski, tá ið hann er virkaður. Har fiskur ikki verður blóðgaður, situr altíð blóð eftir í pørtum av flakinum, og hetta ger fiskin sum heild minni verdan. Hann tránar skjótari og heldur sær styttri, og hetta gevur lægri marknaðarprís – og harvið eisini lægri avreiðingarprís.
Norskar kanningar vísa, at útbløðing í rennandi sjógvi gevur bestu góðsku.
Best er, at fiskurin verður blóðgaður innan hálvan tíma efir, at hann er komin á dekkið og skal bløða út í rennandi vatni ella sjógvi.

Nakað má gerast
Fyrst av øllum mugu trupulleikarnir ásannast í staðin fyri at verða tagdir burtur.
Og her er tað, at tøknin skal koma til hjálpar. Farið eigur at verða miðvíst undir at útgreina trupulleikarnar í eini ella fleiri verkætlanum.
Úrslitini av slíkari verkætlan skulu føra til fylgjandi úrslit:
* Broyttar mannagongdir umborð
* Menning av útgerð til útbløðing
* Menning av útgerð til automatisering av blóðging
* Betri arbeiðsumstøður umborð
* Hægri avreiðingarvirði

Men hetta krevur gransking og fígging. Tað er alment kunnugt, at tað finst nógvur peningur í landinum, sum er avsettur til gransking. Men slíkar verkætlanir tykjast ikki at hava nóg stóran akademiskan áhuga til, at tær eru verdar at játta pening til. Hetta er ein heilt óneyðugur trupulleiki, tí skulu vit ikki granska í økjum sum hesum - hvat skulu vit tá granska í, kundi verið spurt.

Fiskurin blóðgast
Ein verkætlan er í Føroyum, sum gongur út uppá at gera eina kryvjimaskinu, har fiskurin verður blóðgaður og kruvdur, og er bløðingin munurin á hesari og verandi kryvjimaskinum. Slíkar maskinur eru longu í útlandinum, men hesar eru dýrar, og so eru tær eisini ov stórar til tey flestu av okkara skipum.
Føroyska verkætlanin byggir á at fáa eina bíliga maskinu, sum krevur lítið pláss. Men tað hevur verið trupult at fáa fígging til royndirnar í Føroyum.
Automatisk bløðing
So er spurningurin, um tað finst onnur útgerð í útlondum, sum kann loysa hendan knútin.
Ein fyritøka sum eitur Innes Walker hevur gjørt eina fult automatiska maskinu, sum blóðgar alifisk. Hetta merkir, at maskinan sjálv leggur fiskin í, uttan at hann verður nortin. Maskinan hevur longu vunnið sær viðurkenning fyri nýskapan, og roknað verður við, at hon er ein kollvelting innan alivinnuna.
Tað er upplagt at fara at kanna, um ein slík maskina ikki eisini kann nýtast umborð á fiskiskipum. Kann hon ikki nýtast sum er, má hon kunna lagast við neyðugum broytingum. Tá hendan maskinan sjálv leggur í, kemur hon at merkja, at tað ikki verður nakað eykaarbeiði hjá manningini. Talan verður tá bert um eina lítla tíðarforskjóting, so fiskurin ikki verður kruvdur, fyrr enn hann er útbløddur.

Partur av
fiskivinnupoltikki
Um úrslitið av hesum kundi verið, at avreiðingarvirðið hjá partrolarum hækkar eini 10-20%, er her talan um eitt meirvirði uppá einar 30-60 miljónir krónur. Fyri at fáa hendan vinningin, er "bert" at fáa ta tøkni, sum skal til.
Flestu royndir vísa, at bert tað verður arbeitt miðvíst, verður eisini fyrr ella seinni komið á mál við slíkari tøkni.
Egningarmaskinan er eitt gott dømi um hetta – eins og menningin frá snørisveiði til teldustýrdar snellur, ið teir gomlu ikki so mikið sum kundu havt droymt um.
Hetta skuldi givið øllum pørtum ein beinleiðis áhuga fyri gera alt, sum gerast kann fyri at koma á mál skjótast gjørligt.
Slíkt eigur eisini at verða ein partur av almenna fiskivinnupolitikkinum, sum jú er meira avgerandi hjá okkum enn hjá nøkrum øðrum landi.
Ein slíkan fiskivinnupolitikk vilja fiskimenn sjálvsagt stuðla av øllum alvi.