Tøkk til Tjóðveldisflokkin og Sjálvstýrisflokkin

Birgir Waag Høgnesen
birgir@kallnet.fo
---

Tjóðveldisflokkurin ynskir nú Jóannes Eidesgaard í samráð í fíggjarnevndini, og Sjálvstyrisflokkurin ynskir at fáa Løgtingið at ógilda fyrningarfreistina. Hetta er heilt einastandandi, at tveir flokkar nú eru farnir at arbeiða fyri vanliga borgaran.
Eg haldi, at málið um tað stolna mvg’ið er ein skamblettur fyri politisku skipanina. At politikkarar, TAKS og tess avvarðandi vilja standa model til slíkan stuldur er óskiljandi, tí um vanligi borgarin bara skyldaði TAKS eitt fimmoyra, ja so var ikki leingi til pantifútin kom á gátt.
Fólkini, sum hava keypt bil, vistu sjálvandi ikki, at tey við lógini í hondini kundu fingið frá umleið 10.000 til 22.000 kr. pr. bil ella meir aftur frá TAKS, um bilasølan handlaði rætt. Í staðin fyri at viðganga, at ein feilur var í lógini, og at hon kundi tulkast, ja so beiv hon bara broytt soleiðis, at hon passaði til TAKS. Men peningurin, sum tá var goldin ov nógv, átti tá at verið útgoldin umgangandi.
At Jóannes Eidesgaard er landsstýrismaður í skatta -og avgjaldsmálum hvørki forðar ella frítekur hann fyri at hava eina persónliga meining sína egna og floksins vegna. Eg veit, at Jóannes er ein skilamaður, og tí er tað eisini harmuligt, at hann er so loyalur ímóti systeminum, sum hann er.
Var hann rættvísur mótvegis veljarunum, so fekk flakakvinnan, arbeiðsmaðurin og annars láglønt í hesum døgum ein kekk aftur frá TAKS, tí hóast tey ikki forvunnu nógv, í tíðar¬skeiðnum, tá TAKS av órøttum tók mvg’ið, so hava tey helst eisini keypt bil í tíðar¬skeiðnum.
Hevði Jóannes sitið í andstøðu, ja so rópti hann helst harðast, at fólkið skuldi hava mvg’ið aftur, men av tí, at hann er politikarin Jóannes, so er hann bundin at hava eina meining, sum hann í veruleikanum ikki hevur. Og eg spyrji, hvar eru Bjarni Djurholm, Gerhard Lognberg og Magni Laksafoss í hesum málinum, teir sum útgeva seg fyri at verða fólksins politikarar, tá teir skriva.
Sambandsflokkurin – íroknað útbrótaran Magni Laksafoss – situr sum nikkudukka og heldur við fíggjarmálaráðnum, bara tí at sambandsmaðurin Bárður Nielsen sat sum landstyrismaður, tá fólk knappliga varnaðust, at lógin var ikki heilt so greið. Bárður broytti lógina soleiðis, at vanligi borgarin fekk langa nøs.
Miðflokkurin, sum síðan 1992 hevur rópt hart um at fólk eiga at fáa hús síni aftur, sum tey mistu av kreppuni, rópar ikki í dag, nei nú er vent í holuni. Orsøkin er, at Karsten Hansen, sum nú er miðflokkamaður, var fíggjarmálaráharri part av tíðarskeiðnum, tá mvg’ið varð stolið frá bileigarunum. Vit kundu sett spurningin: Er Miðflokkurin ikki við uppá, at bileigarar fáa sítt stolna mvg aftur, sum landið hevur tikið inn av órøttum?
Karsten kláraði so at broyta lógina til frama fyri tey ríku, sum í 80’unum komu illa fyri av skipabygging og komu at skylda pening til landskassan. Har megnaði hann at gera tað so, at lógin bleiv broytt til eina lagaliga skipan, so tey ríku nú kunnu gjalda spakuliga og so at húsini og aðrar ognir ikki blíva tikin av pantifútanum, ja, munur á tá tað eru tey ríku ...
Eg úttali meg ikki, tí eg persónliga eri raktur av hesum, men máti skal vera við, at vera landsins tænari. Ein stór tøkk til Tjóðveldisflokkin og Torbjørn Jacobsen, sum eg vóni ikki bara gera hetta av populistiskum orsøkum, men meina nakað við hetta. Til endans ein tøkk til Sjálvstyrisflokkin, at tit tora at verða fólksins tænarar, tað er ikki á hvørjum degi tað hendir.