Tøkk til Tjóðveldi

- fyri at hava sett eitt sera týdningarmikið mál á dagsskrá hjá løgtinginum

Í vikuni legði Tórbjørn Jacobsen, løgtingslimur, vegna Tjóðveldi, eitt uppskot fyri løgtingið, har heitt verður á landsstýrið um at seta serfrøðingabólk at eftirmeta broytingarnar í vallógini frá sjey og til eitt valdømi.

Tað sum mær dámar serliga væl við hesum uppskotinum er tann hátturin, sum Tjóðveldi hevur valt.

At seta eina bólk av serkønum o.ø. at viðgerða eitt uppskot, sum skal verða grundarlag fyri einum orðaskifti á løgtingi er júst rætta leiðin at ganga tá slík álvarsmál skullu viðgerðast.

Eg kundi ynskt, at slíkt hóvsemi varð sýnt, tá Føroyar vóru gjørdar til eitt valdømi. Tá var politiska skipanin tikin gísil av oddafiskunum í Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum, og 1-2-3 so høvdu vit eina totalt nýggja valskipan.

Hesuferð vóni eg, at politisku grasrøturnar í flokkunum og tey, sum hava arbeitt við skipanini eisini sleppa til orðana.

Gamla skipanin hevði sínar veikleikar, men einki bleiv betri við at broyta hana til eina skipan sum - ein tepur meiriluti á løgtingi - við hjálp frá høvuðsstaðarpressuni og einum ávisum samfelagsfrøðingi hjá útvarp Føroya - trýstu oman yvir føroyingar.

Eg vóni, at løgtingslimir hesuferð velja at arbeiða seriøst - tí talan er um álvarsmál.

Eg fari ikki at siga, hvussu nógv valdømir vit skulu hava, og kanska skulu vit hava serligar løgtingssessir - sum umboða ávís áhugamál og samfelagsbólkar - eg veit ikki - men hetta hava vit nú møguleika at kjakast um - og eg síggi fyri mær eitt rættiliga áhugavert kjak.

Uppskotið hjá Tjóðveldi vendir rætta vegin, og vónandi sleppur eingin við valdsmisnýtslu at ognartaka arbeiði, sum stendur fyri framman - og skal arbeiði eydnast væl - er neyðugt at øll sleppa til orðanna.

Enn einaferð - takk fyri Tjóðveldi.