Tøkk til P/F Vágatunnilin:

Nú tað nærkast ímóti endanum av hesi stóru verkætlan, fari eg at siga tøkk til teir í hava staðið fyri arbeiðinum, og eisini teimum, ið hava starvast.

Eftir ætlan skuldi tunnilin ikki opna fyrenn juni - juli 2003. Hóast streiku uppá uml ein mánaða, har alt arbeiði lá stilt, hevur gingist so væl, at tunnilin kann opna fyri ferðslu 10 dec í ár, meira enn 7 mánaðar fyrrenn ætla.
At tað ber til, prógvar, at hesin máti at gera slík arbeiðir uppá er góður. Og eisini sæst týðuliga, at planlegging hevur verið í lagi - stórt sæð. Tí um hendan ikki var í lagi, so høvdu vit helst ikki opna tunnilin fyrrenn í 2005 við eini stórari eykarokning afturat.
Eg meti ikki rætt, at farið verður eftir nevndarformanninum í hesum døgum. Lat hann arbeiða. Hetta arbeiði ger so bert, at hann eins og stjórin fyri Vágatunnlinum, helst verða ynsktir at standa fyri slíkum arbeiðum framyvir. Tí Vágatunnilin vísir, at tað duga teir sera væl.
So er bert eftir at ynskja, at prísurin verður so lágur sum møguligt, serliga hjá teimum, ið ferðast ofta. Tá verður Vágatunnilin ein enn størri sólskinssøga.