Tøkk til Kringvarp Føroya (Útvarpið) og gongufaløg runt Føroyaland

Hava nú hoyrt í útvarpinum um henda sera áhugaverda túr, sum Norðoya Sparikassi gjørdi saman við starvsfólkinum frá Viðvík niðan á Talvborðið saman við Útvarpinum, har Jón Heðin Tróndheim (í løtuni okkara Søren Rye Pedersen) gjørdi sendingina

Jón Heðin hevur havt nógvar sera áhugaverdar fólkalívssendingar seinastu árini, tøkk skal hann hava fyri hesar.

Stóra tøkk til ferðaleiðaran Olevinus Sørensen av Viðareiðiði, sum so livandi greiddi frá um flogvanlukkuna undir krígnum, somleiðis læs upp úr Følv um somu hending eftir Villy Sørensen. Tey flestu minnast helst bara blaðið Følv fyri Læars og Annulenu?

Jón Heðin hevði eisini prát við Kristian Martin Eliassen úr Leirvík, sum saman við Óla Simonsen úr Saltangará eru leiðarar í Eysturoyar Gongufelag. Báðir óførir at finna áhugaverdar ferðaleiðarar.

Eysturoyar Gongufelag var annars túr sísta sunnudag á Sandoynni, har málið var Tindur, men sum ikki einaferð gjørdist sýnið heldur vánaligt, men hetta gjørdist tó sera livandi álíkavæl, tí ferðaleiðarin Jens Dalsgaard ættaður úr Skálavik (búðsitandi á Glyvrum) var væl fyrireikaður og geiddi so livandi frá, hvat síggjast kundi av Tindi, líkasum ein kann ímynda sær, tað Jón Heðin sær tað í eini útvarpsending.

Tað var annars ein góð kennsla at standa uppat varðanum við Krossinum ovast uppi á Tindi.

Komin oman til Skálavíkar, greiddi Jens meistarliga frá bygdini, søguni, sóðu minnisvarðar yvir Chr. Osvald Viderø og Heðin Brú og hoydu um áhugaverdu lívssøgu teirra, eisini vísti hann okkum á barnaheimið hjá einum av okkara kendastu vinnulívsmonnum - Eiler Jacobsen- .

Hitti annars hugnaligan skálvíking, sum gjørdi meg sera glaðan, tí hann segði mær, at hann ongantíð hevði verið uppi á Tindi.

Tøkk til stigtakarar til hesi ymisku gongufeløg í Føroyum.