Tøkk til ókendan vin

Manne Næs, Bíarvegur 137, Hvalba
---

Orðatakið sigur: alt kemur aftur, ið ikki er stolið.
Góði vinur, takk skalt tú hava fyri, at tú fann mær turriklæðið. Eitt føroyskt vovið hálsturriklæð, sum eg hevði fingið frá eini systur mínari. Hon hevði sjálv vovið tað, og eg eri sera glaður fyri tað.
23/6 var eg á flogvøllinum og fylgdi Karin ávegis til flogfarið. Komin aftur til bilin, merki eg, at turriklæðið er vekk. Eg inn aftur at leita, har vit høvdu sitið og gingið, men nei. Komin aftur til bilin síggi eg, at tú hevur funnið tað og bundið tað um ein lyktapela.
Tú kanst ætla, eg var glaður, tað bjargaði mær degnum.
Stóra tøkk skalt tú hava, ókendi vinur. Kemur tú suður, ert tú vælkomin til kaffi hjá mær.