Tøkk til Jan Christiansen

Fari at takka Jan Christiansen fyrrverandi borgarstjóra fyri, at hann so fyndarglaður kunngerð listan yvir øll málini, sum vóru avgreidd undir seinastu býráðssamgongu

Jan Christiansen byrjar greinina við at siga fólki, hvørjum nevndum Heðin Mortensen var formaður í ella sat í, og heldur síðan fram við einum longum lista av loystum og avgreiddum málum, ið eg sum nevndarformaður og nevndarlimur hevði ábyrgdina av.

Hesi mál vóru øll væl og virðiliga avgreidd til gleði og gagns fyri øll í kommununi.

Takk fyri Jan Christiansen. Undirritaði var sjálvur alt ov lítillátin til at seta handa langa listan á prent.

Men Jan, hvat gjørdi tú hesi fýra árini? Alt ov nógv lá eftir - ógjørt. Minnist meg rætt, formáddi tú ikki at seta í verk samtyktar uppgávur fyri áleið 70 mió. kr., sum svaraði til eina slaka árliga íløguætlan tá. Óheppið, at hetta skal verða neyðugt at gera nú, tá ið handverkarar hava úr at gera.