Malinovsky, sovjettiski verjumálaráðharrin hevði ætlanir um at leypa á Vesturheimin við ATOMVÁPNUM fyrst í 60-unum.
Ímeðan mong av okkum sum nú eru í bestu árum spældu sum børn og bert sóu eina óspiltan heim og bláa himmal ? legði Malinovsky verjumálaráðharri heilt ítøkiligar ætlanir um at leypa á Vesturheimin við atomvápnum. Tað hendi ikki, møguliga m.a. orsaka av NATO og tí eisini herstøðini hjá hesum felagsskapi á Sornfelli. Møguliga hevur lurtiútgerðin eisini tænt sínum friðarskapani verjuendamáli.
Skjøl hava sýnt, at Malinovsky verjumálaráðharri hevði heilt ítøkiligar ætlanir um atomálop á vesturheimin. Tað stóð fyri kortum at lesa í stóru donsku ávísini Jyllandsposten. At tað ikki er nevnt í Føroyum, nú hernaðarfrágreiðingin er lisin í brotum í Útvarpstóli og Sjónvarpi, fær ein at undrast. Hví var hendan grein ikki nevn?. Hon fylti eina heila síðu og sást tí greitt. Og var/er sanniliga áhugaverd í sambandi við júst eitt breitt orðaskifti um Kalda Kríggið. Hví velur føroysk pressa slíkt frá ?
Ikki bert peikaðu altoyðileggjandi rakettir ímóti okkum eins og øllum Vesturheiminum. Men ætlanir vóru hjá hesum sovjettisku gavstrikkum at lata hesar rakettir bresta yvir høvdinum á okkum, ið fiskaðu smáseið, koyrdu kassabil, heintaðu blómur og líknandi. Eins og øllum øðrum. Teir ætlaðu at drepa okkum ? ætlanirnar vóru lagdar. Tað var bert at trýsta á knøttin.
NATO vardi okkum- eins og allan frælsa heimin!
At tað ikki hendi, kann bert skyldast, at Vesturheimurin var so sterkur militert m.a. orsaka av NATO felagsskapinum, at teir tíbetur ikki fingu nakran fyrimun av at fara í atomkríggj ímóti okkum.
At NATO verjufelagsskapurin hevur gjørt sína skyldu til fulnar er at glaðast um. Somuleiðis er at glaðast um, at vit, tá ið ástóð høvdu stórar føroyskar og danskar politikkarar, ið tóku stórar og rættar avgerðir. Nevniliga uttan himpr at lata NATO fáa herstøð her á landi eins og í Grønlandi.
Eg eri sera errin av hesum. Somuleiðis eri er errin av, at Føroyar m.a. við hjálp av NATO og Amerikanskari hernaðarstøð vórðu við í fremstu røð at verja frælsa vesturheimin ímóti kommunistiska jarnhælinum.
Tøkk, Kristian Djurhuus og Petur M. Dam.
Vit eru mong, í minnast tykkum við stórari virðing, serliga í hesum máli, har tit jattaðu demokratiska flælsisfelagsskapinum NATO innivist í Føroyum. Hvør veit ? kanska er tað tykkara skyld, at Vesturheimurin ikki liggur fjaldur undir óhugnaligum radioaktivum támi har sjálvt skorpiónir ikki kunnu liva. NATO vardi okkum ímóti hesum!
Kristian Djurhus, fyrrv. løgmann ,sála og Petur Mohr Dam, fyrrv.løgmann, sála . Eg havi bert eitt at siga við tykkum í hesum máli ? eins og nógvir aðrir føroyingar: Tøkk, stóra tøkk.
Marjus Dam, Løgtingsmaður