Tøkk til Andreas Berglíð

Andreas Berglíð og eg vóru saman í nevndini í fiskimannafelagnum í eini 15 ár. Eg kenni hann bert sum ein loyalan nevndarlim eins og hinar í nevndini. Vóru ósemjur um einstøk mál, royndu vit altíð at tosa okkum til sættis.

Tískil hevur Andreas skrivað undir hvønn fund í gerðarbókini. Hann hevur ikki havt serstøðu í nøkrum týðandi máli. Allar ársfrágreiðingar hjá felagnum hava verið einmælt góðkendar, eisini av nevndini. Tað skal hann hava tøkk fyri.
Tey sjónarmið, sum hann nú kemur við gretti hann ikki í »okkara« tíð. Støðið hjá honum verður lýst við pástandin um, at eg skal hava »bjóðað reiðarum, at fiskimenn skuldu gjalda oljuna«. Burtursæð frá tí, at hetta er beinleiðis ósatt, so var tað soleiðis við samráðingum í mínari tíð, at tað varð einki gjørt, sum nevndin ikki hevði góðkent. Og at Andreas skal hava forpurrað nakað slíkt er reinur fantasiur. Tað hevur hann snøgt sagt ikki førleika til.
Andreas lýsir annars best seg sjálvan, tá hann leggur persónliga eftir næstformanninum í fiskimannafelagnum Eyðun Johannesen og leggur hann púra ógrundað at »hugsa meira um reiðaran enn fiskimannin«.
Nú skal Andreas hevna seg inn á Eyðun, tí hann spurdur av Sosialinum egna vegna avsannaði tey ósonnu tíðindini hjá Jan Højgaard, at ein samd nevnd stóð aftan fyri útkoyringina av Carlton-manningini úr FF. Tað er síðan komið fram, at tað als ikki fanst nøkur nevndarsamtykt í einum slíkum týdningarmikla máli!
Bert í hesum máli hevur formaðurin brotið vanligar felagsreglur, framt rættarbrot og fyrst og fremst sagt ósatt. Tað er ein slík mannagongd, sum Andreas stuðlar og verjir. Tí er eisini óneyðugt at svara meira til hansara.
At hann avdúkar seg sjálvan so dyggiliga og ótilætlað váttar skilið í fiskimannafelagnum skal hann eisini hava tøkk fyri.